Í farnu viku kom grannskoðarafelagið KPMG á marknaðin við eini roknskaparanalysu.
Henda analysan er gjørd uppá roknskapirnar hjá 46 virkjum, sum øll eru tænastuvirkir, á ein ella annan hátt.
Tíðindini í analysuni vóru gleðilig. Vaksandi yvirskot og harvið størri avkast av eginpeninginum.
Hetta skuldu verið gleðiboð hjá teimum, sum vara av vinnuni. At vinnan er før fyri at geva so frægt í avlopi, at tað er meira áhugavert at seta peningin í vinnufyritøkur enn í peningastovn, ella í virðisbrøv fyri tann skuld.
Tað er kortini ikki óskorin gleði vit finna hjá stjóranum í Vinnuhúsinum.
Sjálvandi er hann fegin um, at tað gongur vinnuni allari væl, men hann setir kortini spurnartekin við hvussu stórt tað veruliga avkastið er.
Uppskrivingarnar eru so stórar, at tá tølini verða sundurgreinað er minni munurin millum rentuna á virðisbrøvum og tað, sum virkini geva í avkasti.
Og tá er tað sambært stjóranum í vinnuhúsinum ikki nóg áhugavert at seta sparipeningin í vinnufyritøkurnar. Til tað er vágin lutfalsliga ov stórur, er niðurstøðan hjá Jan Mortensen.
Gongur rættan
veg kortini
Hóast stjórin í Vinnuhúsinum er varin við at vísa ov stóra gleði, so fegnast hann kortini um, at tað gongur framá hjá vinnuni.
? Tað er sjálvsagt gleðiligt, at vinnan hevur framgongd. Hinvegin er framgongdin ikki so stór, sum tølini siga, tí í tølunum liggur ein rættiliga stór uppskriving, sum ávirkar eginpeningsavkastið nógv, sigur Jan Mortensen.
Hann vísir á, at tað talið, sum analysan roknar til at vera 8,5 prosent hevði verið um 5,7 prosent, um ikki so nógvar uppskrivingar vóru gjørdar í 1996.
? Uppskrivingarnar hava ikki bara ávirkan tað eina árið, men fylgja tølunum, og tað ger tey misvísandi, sigur Jan Mortensen.
Hann leggur afturat, at tað veruliga talið tí er nærri 5,7 prosentum, og tí skal sammetingin við alternativar íløgur gerast út frá hesum talinum heldur enn teimum 8,5, sum analysan vísir.
Fáa ikki nóg
nógv fyri váðan
Tá slíkar analysur sum hesar vera gjørdar í øðrum londum, er vanligt, at tað tá verður samanborið við aðrar fyritøkur av sama slag, í einum sokallaðum bransjuyvirlitið.
Hetta ber ikki til í Føroyum, tí bransjuyvirlitini finnast ikki her á landi.
Ikki í løtuni í hvussu er.
? Tað ger tað trupult at meta um haldbari í tølunum, sigur Jan Mortensen, og leggur afturat, at tað tí hevði verið ótrúliga gott, um eitt slíkt bransjuyvirlit var tøkt.
Eftir tí, sum Sosialurin skilir, so er eitt slíkt bransjuyvirlit ávegis, men nær tað kemur, er ikki heilt greitt enn.
Jan leggur afturat, at hann hevur hugt at tølunum fyri eitt nú fyritøkur í Danmark, og sammett við tey, so eru føroysku tølini einki at reypa av.
Men er tað rætt, at sammeta føroyskar fyritøkur við danskar, har grundarlagið er størri?
? Hví skulu vit ikki tað? Tað má í øllum førum vera krav til fyritøkurnar, at tær geva yvirskot, óansæð um fyritøkan liggur í Danmark, Svøríki ella Føroyum. Og tað má eisini vera málið hjá fyritøkunum, at avlopið skal vera so stórt sum tilber, sigur Jan Mortensen, sum vísir á, at tað jú er grundarlagið fyri sammeting við alternativar íløgur, sum ein fær frá eginpeningsavkastinum.
? Áðrenn ein persónur ger eina íløgu, skal hann meta um avkastið hann kann fáa aðra staðni. Eitt nú við at seta peningin í virðisbrøv ella partabrøv. Er avkastið á virðirsbrøvum t. d. 6 prosent, so skal avlopið frá fyritøkuni vera størri enn tað, og helst væl meir, tí tað er ikki vandaleyst at seta pening í eina privata fyritøku. Gongur tað eftir hæli, so er vandi fyri at tú missir peningin. Og tann váðin eigur eisini at verða roknaður inn í íløguna, sigur Jan Mortensen.
Hvat við alivinnuni
Sum nevnt omanfyri, so er henda roknskaparanalysan gjørd fyri tað sum verður kallað eftirspurningsvinnurnar, og ikki fyri fiskivinnuna, og tað heldur stjórin í Vinnuhúsinum vera eitt sindur keðiligt.
? Serliga tá vit hava í huga, hvussu tað hevur gingist í alivinnuni hevði tað verið hugaligt at fingið nøkur tøl á borðið, sum vísa hvønn veg tað ber, sigur Jan Mortensen, sum enn einaferð vísir á tað neyðuga at hava eitt bransjuyvirlit, sum ein kann sammeta fyritøkurnar í bransjuni.
Partabræva-
marknaðurin
Tá vit spyrja stjóran í Vinnuhúsinum um ein slík analysa sum henda kann fáa týdning fyri ein íløguáhugan á einum framtíðar partabrævamarknað, sigur hann, at tað heldur hann ikki.
? Fyri tað fyrsta tí, at hetta nokk ikki eru tær fyritøkurnar, sum verða tær fyrstu á partabrævamarknaðinum. Eg rokni við, at tað vera tær størru og tryggu fyritøkurnar, sum fyrst fara á marknaðin, og tí rokni eg ikki við tí, sigur Jan Mortensen, sum tó leggur dent á, at hetta slagið av upplýsing ikki er av vegnum kortini.
? Tað er gott at tað gongur framá, men eg haldi at grundarlagið er eitt sindur tunt at taka støðu út frá, tí talið av fyritøkum er í minna lagi til at gera nakra niðurstøðu, leggur hann afturat.