Fekk ikki fatur á lækna

Ein 20 ára gomul mamma í Havn var heilt fyri ongum, tá barn hennara brádliga gjørdist sjúkt seinasta fríggjakvøld og tað ikki bar til at fáa fatur á nøkrum kommunulækna

Tað var ógvuliga skelkandi fyri 20 ára gomlu Halldóru, tá barn hennara seinasta fríggjakvøld brádliga fekk nógvan fepur og eingin kommunulækni var at fáa fatur á.

Halldóra greiðir frá, at barnið var so mikið ússaligt, at hon helt taðvera ráðiligt at fáa kommunulæknan at koma og hyggja til barnið. Tískil ringdi hon til egna kommunulækna sín, Kristionnu Nordendahl. Men Kristianna Nordendahl hevði ikki vakt hetta kvøldið, og tí kom ein telefonsvarari til, ið segði, at hon skuldi ringja til vakthavandi kommunulækna.

Halldóra ringdi til allar kommulæknarnar á listanum fremst í telefonbókini, men allastaðni fekk hon telefonsvarara. Onkur segði frá, at læknin var burturstæddur og onkur bað hana ringja til vakthavandi kommunulækna.

Tá barnið var vorðið blátt í andlitinum og hevði fingið andaneyð, visti Halldóra einki annað at gera enn at ringja 112 fyri at fáa sjúkrabilin eftir barninum.


Skift nummar

Kak Kallsberg, kommunulækni í Havn, greiðir frá, at kommunulæknarnir hava fingið eina nýggja telefontænastu, ið virkar frá klokkan fýra seinnapartin til klokkan átta á morgni og í vikuskiftunum.

Hendan nýggja telefontænastan eigur at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á kommunulæknum um kvøldarnar og um vikuskiftini. Men hann ásannar at trupulleikin er, at nýggja telefonnummarið hjá læknunum ikki er nóg væl lýst, og tískil er ein slík hending, sum tann fríggjakvøldið, komin fyri. Tó vísir Kaj Kallsberg á, at hetta ikki átti at komið fyri, tí allir kommunulæknarnir hava skyldu at seta telefonsvararan til tá teir ikki eru á vakt, so hann kann greiða frá, hvagar ringjast skal. Hetta høvdu fleiri av kommunulæknunum sambært Halldóru gloymt, og tí fekk hon ikki at vita nummarið, ið er 310033.


Barnasjúkur

Kaj Kallsberg sigur, at nýggja skipanin hevur verið roynd eina tíð, og hevur hon virkað væl, hóast hon hevur hvat onkrar smærri barnasjúkur. Men síðani hálvan augusut skuldi læknalinjan havt virkað.

Nýggja skipanin verður umsitin av portørunum á Landssjúkrahúsinum. Kommunulæknarnir syrgja fyri, at portørarnir fáa vaktarskipanina hjá kommunulæknunum, so teir vita hvagar teir skulu stilla læknatelefonina víðari. Hvørja ferð kommunulæknarnir hava vaktarskifti stilla portørarnir 310033 um til telefonina hjá vakthavandi lækna, so allar samrøður beinleiðis verða stillar víðari til hendan. Fyri at tryggja sær, at teir hava gjørt rætt, royna teir sjálvir at ringja læknanummarið fyri at vera vísir í, at stillað verður um til tann rætta.

Kaj Kallsbeg heldur, at talan er um eina stak góða skipan, og vónar hann, at fólk fara at taka væl undir við henni. Hann sigur, at ætlanin er at bjóða inn til tíðindafund, soleiðis at fólk fáa at vita um nýggja nummarið, og síðani er ætlanin eisini at lýsa nummarið betur.


Trygdarlinja

Tað kann henda seg, at 310033 stendur víðaristillað til eina fartelefon hjá vakthavandi lækna, og av tí, at tað somuleiðis kann henda seg, at læknin av einari ella aðrari orsøk er staddur, har fartelefonin ikki røkkur, er avgjørt at hava eina trygdarlinju afturat skipanini. Trygdarlinjan slær til av sær sjálvum um læknin ikki svarar, og fer samrøðan tá beinleiðis til portørarnar á Landssjúkrahúsinum.

Kaj Kallsberg sigur at enda, at tað er ein kiksari, at fólk ikki longu hava fingið nýggja nummarið at vita, men heitir hann á fólk hereftir um at ringa 310033, um brúk er fyri kommunulækna eftir vanliga viðtalutíð.

Barnið hjá Halldóru hevur tað gott.