eisini í spennandi samstarvi við Tutl, ið nevnist ?Tutl Touring?. Hetta fevnir um at fáa tónleikabólkar úr Tutl kataloginum út at túra í evropeisku londunum. Hoyr meir um alt hetta í Rokkstovuni í kvøld. Umframt [...] var í Føroyum fyrr í vikuni. Christian er tónleikafjeppi um ein háls og hann arbeiðir fulla tíð við at promovera norðurlendskan tónleik í Benelux londunum. Í byrjanini av apríl verður hippa spælistaðið [...] til føroyskan tónleik, og fýra føroyskir bólkar (Boys In A Band, Gestir, ORCA, Budam) fara 4. apríl at vísa síni kynstur fyri umboðum úr belgiska tónleikaídnaðinum, eins og fyri belgiskum áhoyrarum. Teir
ein dreym um at ogna ein Ford 26M Hardtop, sama slag bil sum Alfred Olsen, skipari á strandfaraskipinum SAM, keypti nýggjan umleið 1970 og koyrdi við í mong ár. Herluf sigur, at eftir at hann hevði leitað [...] skrásettur fyrstu ferð 1. juni 1971. Herluf, sum siglir sum maskinmeistari við Vesturbúgvanum, sigur, at bilurin er í góðum standi, og alt virkar sum tað skal. Modellið kom á marknaðin í 1968 sum Ford 17M
Sunnudagin eydnaðist tað tó Marie Munk Jacobsen at fáa býtt um uppá leiklutirnar. Tá var finalan á 1.500 metra teininum. Marie Munk Jacobsen kláraði akkurát at spleysa Bjørk av við 5 hundraðpørtum av einum [...] eitt veruligt bragd. Hon brúkti 10.22,57 minuttir uppá teir 3.000 metrarnar, og var tað nóg mikið til at vinna gull. Bjørk rann taktiskt klókt, var ikki í fremstu røð í byrjanini, men át seg so spakuliga [...] Ergiligt, men vit mugu øll kortini lyfta hattin av fyri Bjørk Herup Olsen, sum vit uttan iva fara at hoyra nógv til.
Salku Valku ein kaldan vetrardag í vón um at skapa sær og dóttrini eitt gott lív. Men bygdin hevur lítið at bjóða eini fremmandari einligari mammu. Eingin uggi er at finna í kirkjuni, sum umboðað av tí gamla [...] finna Sigurlina og hini fátækradýrini ugga í bøn, tónleiki, sangi um víntræið reina og í trúnni á, at lívsins strev, fátækdømi, sjúkur og sorgin fána í himmalskari dýrd handan grøv. Tann harði veruleikin
ungur fór hann í læru á Skála Skipasmiðju sum maskinsmiður og starvaðist eisini har, eftir at hann var liðugur at læra. Í 1960 árunum og til mitt í 70 árunum starvaðist hann í Føroyingahavnini sum maskinmaður [...] mangan kravt nógv av maskinmanninum, men altíð hevur Páll klárað at loyst hesar uppgávur. Páll er ein stak lagaligur maður og er ikki lættur at taka av fótum hvørki so ella so. Hann er ruddiligur og snøggur
og nú roynir hann fótbóltsevnini á unglingaliðnum hjá Brøndby. Tað er neyvan nakar ivi um, at tað eisini fara at verða boð eftir Adrian úr útlandinum. Hósdagin skoraði hann fýra mál í 5-1 sigrinum á Dundee [...] Í kvøld koma U-15 og U-17 landsliðini aftur til Føroya, eftir at tey í hesi vikuni hava tikið lut í stórari fótbóltskapping í Aberdeen. Hósdagin spældu bæði liðini ímóti skotska felagnum Dundee United [...] korterið. Tað skelkaði teir nógv, men teir fótaðu sær hampuliga væl, og tað verður sagt úr Aberdeen, at teir høvdu onkrar málmøguleikar. Dygst undan steðginum økti mótstøðuliðið til 3-0, og tað gjørdist
borðreitt við einum góðum drekkamunni, áðrenn farið varð oman á sandin at hugna sær. Hóast tey hugnaðu sær, so var hetta eisini ein annar máti at undirvísa í: Tey funnu ein hóp av skeljum og øðrum, ið natúrliga [...] skúlan har tað skal nýtast í innlæringini í millum annað føroyskum, nú tey fara at seta navn á hvønn einstakan lut. Eftir at hava hugnað sær á sandinum eina tíð, vitjaðu tey í kirkjuni og í kirkjugarðinum
undan ábyrgd fær umrøðu, men í so máta heldur Jørn Astrup Hansen, at danski bankin handlaði skilagott og reelt. Niðurstøðan í bókini er, at tað eru politikararnir, fyrst og fremst strjóranleiðarin Poul Nyrup [...] Lykketoft, sum áttu skuldina fyri bankakreppuna. Serliga nógv verður funnist at Nyrup, sum í bókini fær høvuðsskuldina fyri, at tað gekk galið við føroysku bankunum fyrst í 90-árunum. Teir blandaðu seg í
sum ikki vóru heima sjómannadagin 18. august. Vit uggaðu okkum millum annað við, at Útvarp Føroya (ÚF) mundi fara at hava væl av tíðindum og vónandi senda beinleiðis frá onkrari av kappingunum, men vit [...] vanliga sendingin og einki frá sjómannadegnum. Flestu av manningini roknaðu tí við, at í tíðindasendingini kl. 18 fóru vit at hoyra úrslit og annað áhugavert frá teimum mongu og ymisku spennandi kappingunum
endurgivnan í Dimmalætting - og fyrireikararnir vilja hava Dimmalætting at rætta skuldsetingarnar - Eg havi ikki sagt við Dimmalætting, at Summar Festivalurin onga niðurskrivaða trygdarætlan hevði, og tí vil [...] Løgreglan í Klaksvík vísir aftur tíðindunum í Dimmalætting í dag um, at Summarfestivalurin onga niðurskrivaða trygdarætlan hevði. Arvid Nielsen, varasýslumaður í Klaksvík sigur seg vera skeivt endurgivnan [...] vil eg afturvísa tí, sum Dimmalætting skrivar á forsíðuni í fríggjadagsblaðnum. Eg kann vátta, at løgreglan undan Summar Festivalinum móttók eina skrivliga trygdarætlan, sum vit hava góðkent, sigur Arvid