Løgreglan vísir aftur tíðindum í Dimmalætting

Løgreglan í Klaksvík vísir aftur tíðindunum í Dimmalætting í dag um, at Summarfestivalurin onga niðurskrivaða trygdarætlan hevði. Arvid Nielsen, varasýslumaður í Klaksvík sigur seg vera skeivt endurgivnan í Dimmalætting - og fyrireikararnir vilja hava Dimmalætting at rætta skuldsetingarnar

- Eg havi ikki sagt við Dimmalætting, at Summar Festivalurin onga niðurskrivaða trygdarætlan hevði, og tí vil eg afturvísa tí, sum Dimmalætting skrivar á forsíðuni í fríggjadagsblaðnum. Eg kann vátta, at løgreglan undan Summar Festivalinum móttók eina skrivliga trygdarætlan, sum vit hava góðkent, sigur Arvid Nielsen, varasýslumaður í Klaksvík.

Dimmalætting hevur nú fyri aðru ferð eina sera kritiska grein mótvegis trygdini á Summarfestivalinum í Klaksvík fyrr í mánaðinum. Eftir fyrru greinina kærdi Summarfestivalurin blaðið fyri Fjølmiðlanevndini, tí tey ikki vóru sloppin til orðanna.

Hesaferð er aftur stór ósemja millum blaðið og fyrireikararnar ? men nú er tað løgreglan, sum vísir aftur høvuðssøguni hjá Dimmalætting, tí hon sambært Arvid Nielsen, varasýslumanni í Klaksvík, er ósonn.

Summarfestivalurin vísir eisini aftur øllum skuldsetingunum.

- Vit høvdu eina niðurskrivaða trygdarætlan, ið myndugleikarnir fingu og góðkendu undan festivalinum. Bæði Klaksvíkar kommuna, sløkkiliðsleiðarin og løgreglan hava fingið allar neyðugar upplýsingar um festivalin, og myndugleikarnir hava góðkent trygdarætlanina fyri festivalin.

- Summar Festivalurin harmast áhaldandi ósonnu skuldsetingarnar frá Dimmalætting, og Summar Festivalurin vil biðja Dimmalætting rætta ósonnu skuldsetingarnar í dagsins blaði, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Les greinina ?Varasýslumaðurin rætt endurgivin í Dimmalætting?<a>