Sjómannadagurin sum hvarv í Útvarpið Føroya

Manningin á Tróndi í Gøtu

Norðuratlantshav 18. august 2007

 

Vit eru fleiri siglandi, sum ikki vóru heima sjómannadagin 18. august. Vit uggaðu okkum millum annað við, at Útvarp Føroya (ÚF) mundi fara at hava væl av tíðindum og vónandi senda beinleiðis frá onkrari av kappingunum, men vit gjørdust stórliga vónbrotnir.

Rætt skal verða rætt. Í sendingini á døgurða vóru onkur tíðindi, og Kári hevði eitt stutt innslag úr Klaksvík. Seinnapartin var “bara” vanliga sendingin og einki frá sjómannadegnum.

Flestu av manningini roknaðu tí við, at í tíðindasendingini kl. 18 fóru vit at hoyra úrslit og annað áhugavert frá teimum mongu og ymisku spennandi kappingunum á sjómannadegnum, har mongd av fólki ymsastaðni frá í landinum vóru komin saman, men gakk. Aftur gjørdust við vónbrotnir.

Ikki eittans orð frá ella um Sjómannadagin ella frá teimum túsundtals fólkunum sum sjómannadagurin samlaði, men eitt langt innslag við sangi og brotum úr røðum frá tiltakið á Vaglinum í Havn, sum samlaði millum 50 og 100 fólk, sambart ÚF.

Í tíðindasendingin kl. 22 var sama skil.

Allir umborð undrast á raðfestingina í tíðindasendingini, og spyrja undrandi:

Var tað av óvart, ella renna fólk í útvarpinum og harvið almenna føroyska útvarpið ørindir fyri ávísar bólkar í samfelagnum?

Ella er tað ov langt til Klaksvíkar, sum onkur speiskliga tók til?

Vónandi hoyra vit meiri komandi ár frá sjómannadegnum í Útvarpi Føroya.