Amerikanska sendi­stov­an vís­ir á fel­ags mál við Danmark

Fregnartænasta hjá donsku verjuni, FE, hevur útnevnt USA sum eina hóttan. Frá amerikanskari síðu verður sagt, at Danmark og USA deila nógvar stúranir.

Nýggi amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn er Ken Howery

Í kvøld gjørdi amerikanska sendistovan í Danmark viðmerkingar til nýggju frágreiðingina frá donsku verjufregnartænastuni, har USA fyri fyrstu ferð verður nevnt sum ein hóttan móti Danmark.

Í einum skrivligum svari til Berlingske segði ein talsmaður fyri sendistovuna millum annað, at USA og Danmark deila nógvar stúranir og mál, tá tað snýr seg um tøkni og búskap.

- Vit fara framhaldandi at royna at dýpa okkara samstarv við sameindu okkara og samsintar tjóðir fyri at stuðla felags búskaparligum og tøkniligum málum, herundir felags gransking, menning og umsiting av kritiskari tøkni umframt at berjast ímóti statsstuðlaðum yvirkapasiteti, yvirregulering og skaðiligum vinnupolitikki uttanlands, sigur amerikanska sendistovan.

Í morgun gav danska verjufregnartænastan (FE) út frágreiðingina "Udsyn 2025".

Tað málar eina mynd av hóttanunum uttanífrá móti Danmark.

Lond sum Russland og Kina eru nevnd. Men USA verður eisini nevnt sum eitt land, sum er ein trygdarhóttan.

 

/Ritzau/

 

 

Nýggi amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn er Ken Howery