Arktisk Kommando sigur, at leitingin eftir einum 49 ára gomlum manni í Grønlandi nú er steðgað - tíverri uttan úrslit.
Tað var seinnapartin leygardagin, at leiting varð sett í verk, eftir at ein maður varð funnin deyður í einum bjargingarbáti í Diskovíkini í Grønlandi - á leiðini millum Qeqertarsuaq og Ilulissat.
Grønlendsku myndugleikarnir mettu, at maðurin, sum varð funnin deyður, hevði verið umborð á einum minni útróðrarbáti saman við einum 49 ára gomlum manni, áðrenn hann var farin í bjargingarbátin.
Tí varð stór leiting sett í verk eftir útróðrarbátinum og hinum 49 ára gamla manninum. Við í leitingini var bæði Grønlands Politi, Arktisk Kommando og sjálvboðin.
Men, í gjárkvøldið upplýsti Arktisk Kommando yvirfyri Sermitsiaq, at leitingin er steðgað, og at hin 49 ára gamli framvegis er saknaður.
- Tey avvarðandi hava fingið boðini, verður lagt aftrat.











