Vil vita hvør ansar eftir kravdu pensjónspengunum

Landsstýrismaðurin verður spurdur, hvørji krøv verða sett til pensjónsfeløgini, sum umsita milliardirnar hjá føroyingum

Hvørji krøv verða sett til feløgini, sum umsita kravdu pensjónsuppsparingina hjá føroyingum?

 

Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá.

 

Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini.

 

Øll, sum ikki hava rokkið fólkapensjónsaldri og hava fulla skattskyldu í Føroyum, skulu sambært lóg spara saman til sína egnu eftirløn. Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar í ár 12 prosent av lønini.

 

Pengarnir skulu gjaldast til ein góðkendan eftirlønarveitara við heimstaði í Føroyum.

 

Spyr um íløgur og gjøgnumskygni

 

Helgi Abrahamsen spyr, um reglur eru fyri, hvørjar íløgur pensjónsfeløgini kunnu seta pengarnar í.

 

Hann vil eisini vita, um krøv verða sett um gjøgnumskygni, so løntakarar kunnu fylgja við í, hvussu nógv teir fáa burtur úr uppsparingini.

 

Harumframt spyr hann, um landsstýrið ætlar at gera broytingar, sum kunnu tryggja betri avkast og størri gjøgnumskygni.

 

Vísir á tap hjá LÍV

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á fjølmiðlaumrøðu í juni um, at LÍV-samtakið skuldi hava mist 174 milliónir krónur við einari íløgu í eitt felag, sum ikki megnaði at vinna pening.

 

Sambært somu umrøðu varð samstarvið við felagið steðgað.

 

Helgi Abrahamsen vísir eisini á atfinningar um, at avkastið hjá føroysku pensjónsfeløgunum skal hava verið væl lægri enn hjá donskum pensjónsfeløgum.

 

Hesar upplýsingarnar og samanberingarnar standa í fyrispurninginum, men landsstýrismaðurin hevur ikki svarað teimum enn.

 

Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 27. august.