Danmark er úti av HM-kappingini.
Í Rotterdam tapti Danmark í fjórðingsfinaluni 26-31 fyri Fraklandi. Frakland var á odda við fimm málum, 17-12 í steðginum.
Tað eydnaðist Danmark at minka munin til 17-19, men so dróg Frakland frá Danmark aftur, og tað bleiv ongantíð tann stóri spenningurin. Danski miðlar geva ilt av sær, og staðfesta, at Danmark fekk bank í kvøld.
Frakland møtir fríggjadagin Týsklandi í hálvfinaluni, ið verður leikt í Rotterdam. Hin hálvfinalan verður millum Niðurlond og Noreg.
Lesið eisini: Myndir VM: Frakland-Danmark 31-26
Sarah Bouktit var toppskjútti hjá Fraklandi við átta málum. Kristina Jørgensen avrikaði væl og var stórskjútti hjá Danmark við heili 11 málum. Tíverri megnaðu liðfelagarnir ikki at liva upp til støðið hjá Kristinu Jørgensen.











