Elias og Vilhelm vunnu í bundesliguni

Talan gjørdist um 14 føroysk málstig, tá THW Kiel og Hannover-Burgdorf vunnu sínar dystir

Tvey føroyingalið vóru í leiki í týsku bundesliguni í kvøld.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli tepran 33-32 sigur á Stuttgart. Í steðginum var Kiel á odda 17-15.

 

Elias syrgdi fyri 10 málstigum í kvøld. Hann gjørdist við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Kiel, og hann legði eisini upp til fýra mál. Somuleiðis hevði Elias tvey "steals", har hann vann bóltin frá álopinum hjá Stuttgart.

 

Kiel er fjórðfremst í deildini við 23 stigum. Teir hava seks stig upp til oddaliðið, Magdeburg sum vera ringir at taka hetta kappingarárið.

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli stórsigur 38-28 á HSG Wetzlar. Í steðginum var Hannover frammanfyri við níggju málum, 19-10.

 

Vilhelm skoraði trý mál og legði upp til eitt mál. 

 

Hannover er nummar 11 í deildini við 14 stigum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Flensburg-Handewitt.