Christian Hald Buhl frá The Rocking Factory vitjar í Rokkstovuni í kvøld. Rokkstovan hitti hann til eitt prát, tá hann var í Føroyum fyrr í vikuni. Christian er tónleikafjeppi um ein háls og hann arbeiðir fulla tíð við at promovera norðurlendskan tónleik í Benelux londunum.
Í byrjanini av apríl verður hippa spælistaðið Berschouwburg í Brussel karmur um showcase við føroyskum tónleiki og føroyskari list. Heitið á hesari showcase er ?Atlantic Soundscapes? og tað er Christian Hald Buhl, ið eigur og rekur The Rocking Factory, sum samskipar hesa showcase. Føroyska ambassadan í Belgia, Norðurlandahúsið/AME, Samvit og Tutl eru eisini við í fyrireikingini.
Nú er túrurin komin til føroyskan tónleik, og fýra føroyskir bólkar (Boys In A Band, Gestir, ORCA, Budam) fara 4. apríl at vísa síni kynstur fyri umboðum úr belgiska tónleikaídnaðinum, eins og fyri belgiskum áhoyrarum. Teir fýra bólkarnir eru valdir av eini nevnd av belgiskum
tónleikatíðinda- og bookingfólkum, ið hava fingurin á pulsinum.
Christian er eisini í spennandi samstarvi við Tutl, ið nevnist ?Tutl Touring?. Hetta fevnir um at fáa tónleikabólkar úr Tutl kataloginum út at túra í evropeisku londunum.
Hoyr meir um alt hetta í Rokkstovuni í kvøld. Umframt samrøðu hoyra vit tónleik hjá onkrum av bólkunum, sum vera við á showcasini í Brussel, eins og annan somuleiðis spillfeskan tónleik!
Rokkstovan í kvøld 20. februar kl. 22.05.