Ótrúliga vakur sandur

Í góðveðrinum í gjár var 1. flokkur í Gøtu skúla farin útferð til Hvalvíkar.

- Sandurin her er ótrúliga vakur, søgdu næmingarnir við ein munn.

Tey vóru farin úr Gøtu árla á morgni við bussi. Fyrsti steðgur teirra var í barnaheiminum hjá tí eina læraranum, Hallbjørg, ið er ættað úr bygdini.

Har hevði mamma hennara borðreitt við einum góðum drekkamunni, áðrenn farið varð oman á sandin at hugna sær.

Hóast tey hugnaðu sær, so var hetta eisini ein annar máti at undirvísa í: Tey funnu ein hóp av skeljum og øðrum, ið natúrliga hoyrir til eina slíka fjøru.

- Tað er stórur munur á sandinum her og honum í Gøtu: Okkara er brimpláss, men her funnu vit ymiskt, sum vit ikki síggja hjá okkum, siga tey. Alt tað tey funnu, verður tikið við í skúlan har tað skal nýtast í innlæringini í millum annað føroyskum, nú tey fara at seta navn á hvønn einstakan lut.

Eftir at hava hugnað sær á sandinum eina tíð, vitjaðu tey í kirkjuni og í kirkjugarðinum, áðrenn tey fóru fram í Dal, tey nevna.

Her skuldu tey steðga eina løtu, áðrenn matpakkin skuldi etast heima hjá Hallbjørg, ið eigur hús innarlaga í Hvalvík.

Seinnapartin kom bussurin aftur eftir teimum, og síðani varð leiðin løgd aftur til heimbygdina.




Tey 13 børnini

Í 1. flokki í Gøtu skúla eru 13 næmingar – 8 gentur og 5 dreingir.

Dreingirnir eru: Fríði, Jónas, Arnbjørn, Sámuel, Hans, Tonni, Viktor og Magnus.

Genturnar eru: Kristianna, Bjørg, Inga Maria, Hanna og Anna.

Lærararnir eru: Julia og Hallbjørg.