Hetta varð hátíðarhildið við einum morgun-matarhugna í gjár.
Anna er dóttir Óluvu og Tórur Hansen í Leynum.
Hon byrjaði á gjaldstovuni sum lærlingur. Tá ið Anna byrjaði, var roknskaparhaldið hjá landinum ikki so automatiserað sum í dag. Anna fekk fatur um ta tíðina, tá ið arbeitt varð við kolonnubókum til dagin í dag. Síðan Anna byrjaði á gjaldstovuni, hevur stovnurin verið gjøgnum eina stóra umlegging.
Hin 1. mars 1988, var hon sett sum bókhaldari á gjaldstovuni.