Ford 26M var dreymabilurin

Herluf A. Johansen í Vestmanna fekk sín barnadreym uppfyltan, tá hann fyri umleið einum ári síðan ognaði sær ein 35 ára gamlan Ford 26M. Alfred Olsen í Vestmanna, skipari á SAM, átti ein slíkan bil, tá Herluf var smádrongur

Fyri umleið einum ári síðan, á jólum 2006, fekk Herluf A. Johansen í Vestmanna ein 35 ára gamlan Ford 26M, sum hann hevði keypt úr Týsklandi.


Herluf, sum er føddur í 1965, hevur síðan hann var smádrongur havt ein dreym um at ogna ein Ford 26M Hardtop, sama slag bil sum Alfred Olsen, skipari á strandfaraskipinum SAM, keypti nýggjan umleið 1970 og koyrdi við í mong ár.


Herluf sigur, at eftir at hann hevði leitað í internetinum í eina tíð, kom hann fram á ein slíkan bil, sum stóð til sølu fyri 14.000 DM. Herluf keypti bilin, sum kostar honum umleið 40.000 krónur. Bilurin er skrásettur fyrstu ferð 1. juni 1971.


Herluf, sum siglir sum maskinmeistari við Vesturbúgvanum, sigur, at bilurin er í góðum standi, og alt virkar sum tað skal.


Modellið kom á marknaðin í 1968 sum Ford 17M og 20M, og Ford 26M komu í 1969 sum fínasta útgávan við 2,6 litra V6 motori og 125 hk. 26M vórðu gjørdir frá 1969 til 1971.


Tað vóru ikki nógvir Ford 26M í Føroyum. Petur F. Christiansen í Havn og Leon Joensen í Gøtu áttu hvør sín 26M Sedan við fýra hurðum, meðan Alfred Olsen í Vestmanna átti tann einasta av hardtop útgávuni við tveimum hurðum.