Nyrup skyldina av bankakreppuni

Tað slær Jørn Astrup Hansen fast sambært donskum blaðmanni á Børsen, nú bókin um Føroya Banka er givin út á donskum Danski blaðmaðurin Hugo Gården hevur grein í blaðnum Børsen fyrr í vikuni. Hetta er í sambandi við bókina um Føroya Banka, sum nú er endurútgivin á donskum.

Bókin viðger tey eitthundrað árini síðani Føroya Banki varð settur á stovn, men tað er týðiliga tíðarskeiðið frá 1992 til 1998, tá bankakreppan herjaði, sum er mest áhugaverdi lesturin, heldur blaðmaðurin á Børsen.

Tað er serliga samantvinnanin av politikki og vinnu fyrst í 90-árunum, sum fingu so vanlukkuligar avleiðingar fyri báðar teir stóru bankarnar, Sjóvinnubankan og Føroya Banka, ið sum ein avleiðing av stórum tapum vórðu lagdir saman. Eisini leikluturin hjá Danske Bank í sambandi við samanleggingina og teirra sníkjan seg undan ábyrgd fær umrøðu, men í so máta heldur Jørn Astrup Hansen, at danski bankin handlaði skilagott og reelt.

Niðurstøðan í bókini er, at tað eru politikararnir, fyrst og fremst strjóranleiðarin Poul Nyrup Rasmussen og fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft, sum áttu skuldina fyri bankakreppuna. Serliga nógv verður funnist at Nyrup, sum í bókini fær høvuðsskuldina fyri, at tað gekk galið við føroysku bankunum fyrst í 90-árunum.

Teir blandaðu seg í bankakreppuna til skeivu tíðina og á skeivan hátt, er niðurstøðan hjá Jørn Astrup Hansen, sambært blaðmanninum á Børsen, Hugo Gården