Salka Valka

Halldór Laxness, Salka Valka, 1931-32
Týtt: Turið Sigurðardóttir,
Ungu Føroyar, 2005

Føroyska týðingin av Salka Valka, sum Halldór Laxness sló ígjøgnum við bæði í Íslandi og uttanlands, er nú komin út í einum bindi.
Fyrra bind, O, víntræið reina, er líðingarsøgan hjá hini fátæku Sigurlinu, ið kemur til útróðrarbygdina Ósoyri við dóttrini Salku Valku ein kaldan vetrardag í vón um at skapa sær og dóttrini eitt gott lív. Men bygdin hevur lítið at bjóða eini fremmandari einligari mammu. Eingin uggi er at finna í kirkjuni, sum umboðað av tí gamla próstinum, vísir seg sum ein steinrunnin skel. Men í Frelsunarherinum finna Sigurlina og hini fátækradýrini ugga í bøn, tónleiki, sangi um víntræið reina og í trúnni á, at lívsins strev, fátækdømi, sjúkur og sorgin fána í himmalskari dýrd handan grøv. Tann harði veruleikin fær tó bilbukt við Sigurlinu.
Seinna bind, Fuglin í fjøruni, fer fram 10 ár seinni. Salka Valka er nú vaksin, eigur part í báti og ræður sær sjálv. Tað eru nýggjar tíðir. Í staðin fyri Frelsunarherin er sosialistiskur boðskapur nú komin til bygdar, og Salka fer í part við teimum, sum vilja bøta korini hjá teimum lægstu. Salka stendur millum sjómannin Steintór, sum er eins fyrilitsleysur og veðrið, og Arnald, sum droymir um ein betri heim.
Salka er fuglurin í fjøruni, í øllum veðrið, meðan aðrir fuglar flyta.