Cieslewicz skoraði fýra mál

Meðan U-15 dreingirnir vunnu stórt, so eydnaðist tað ikki U-17 liðnum at fáa nakað burturúr ímóti Dundee United

Í kvøld koma U-15 og U-17 landsliðini aftur til Føroya, eftir at tey í hesi vikuni hava tikið lut í stórari fótbóltskapping í Aberdeen.
Hósdagin spældu bæði liðini ímóti skotska felagnum Dundee United. Tað gekk væl hjá U-15 liðnum, sum vann 5-1, og tað gekk minni væl hjá U-17 liðnum, sum tapti 3-0.
Stóri maðurin á U-15 liðnum var Adrian Cieslewicz. Eftirnavnið boðar frá stórum fótbóltsevnum. Pápin spældi í síni tíð bæði við ÍF, Sumba og VB. Eldri beiggin Lukasz var sera eyðsýndur á góða VB unglingaliðnum, og nú roynir hann fótbóltsevnini á unglingaliðnum hjá Brøndby.
Tað er neyvan nakar ivi um, at tað eisini fara at verða boð eftir Adrian úr útlandinum. Hósdagin skoraði hann fýra mál í 5-1 sigrinum á Dundee United, sum kom á odda 1-0. Adrian skoraði til 1-1 í 31. minutti, til 2-1 í 32. minutti, til 3-1 í 39. minutti og til 5-1 í 70. minutti. Gilli R. Sørensen økti til 4-1 í 68. minutti.
U-17 dreingirnir fingu tvey mál ímóti sær fyrsta korterið. Tað skelkaði teir nógv, men teir fótaðu sær hampuliga væl, og tað verður sagt úr Aberdeen, at teir høvdu onkrar málmøguleikar. Dygst undan steðginum økti mótstøðuliðið til 3-0, og tað gjørdist endaliga úrslitið.