vænta ikki, at hesar samrøður fara at loysa upp fyri, at Russland fer at gevast við sínum álopum á Ukraina. - Kríggið endar ikki í morgin, eru serfrøðingar sannførdir um, men semja er eisini um, at tað møguliga [...] upp fyri onkrum, at partarnir snakka saman. Tað var í morgun, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði, at umboð fyri Ukraina og Russland fara at hittast í dag. Hetta var eftir, at hann hevði snakkað [...] herurin eisini fer at fáa fleiri vápn og longu hevur fingið vápn úr vesturheiminum. Tað eru neviliga fleiri lond, sum hava boðað frá, at tey fara at lata Ukraina vápn fyri at standa ímóti russisku innrásini.
ikki at kriminalisera sálarligan harðskap. At kriminalisera sálarligan harðskap kann eisini skapa eina hugburðsbroyting, tí at okkurt er revsivert kann hava við sær, at tað fær fólk at aftra seg at fremja [...] Øll vita, at tað eitt brotsverk at gera seg likamliga inn á fólk. Men nú vil Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi hava Løgtingið at samtykkja, at eisini sálarligur harðskapur skal vera revsiverdur [...] Pálsdóttir. Hon vísir á, at í Danmark og í Grønlandi eru revsilógirnar broyttar soleiðis, at sálarligur harðskapur eisini er eitt brotsverk. Hon vísir eisini á, at ein kanning vísir at 19 proent av føroyingum
miðja verður eftir at hava so fá undantøk, sum gjørlig í mvg lógini, fyri at gera hana lættari at umsita og fyri at máa støðið undan lógini. Tí fer hann ikki at gera undantak, so at bjargingarútgerð verður [...] Sjálvstýrismaðurin úr Eysturoy heldur at tað er órímiligt, at bátseigarar skulu betala mvg av bjargingarútgerðini umborð. Hann vísir á, at tað er fáa staðni, at so stórur partur av fólkinum hevur egnan [...] heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning at trygdin er so góð so gjørligt. Hann hugsar serliga um, at farvatnið ímillum oyggjarnar er mangan baldrut og tí hevur tað serligan týdning, at bjargingarútgerðin
num púra greið og ikki til at misskilja. Og tey boðini vóru, at tað kom ikki upp á tal, at veita fiskiflotanum stuðul til at halda fram. - Vit fingu púra greitt at vita, at tað, sum ikki kann standa, tað [...] almennan stuðul fyri at bjarga henni undan at fara av knóranum, er tað sjálvsagt, at eisini kreppurakt fiskiskip fáa somu sømdir. Tað var í vár og í summar, at oljan bleiv so dýr, at fiskiflotin kom í eina [...] Viberg Sørensen sigur, at Reiðarafelagið royndi at føra fram fyri politiska myndugleikanum, at eitt átak fyri at bjarga tí kreppurakta fiskiflotanum, er samstundis eitt átak fyri at bjarga øllum landinum
Týskland, sum royndu at ávirka stjórnina. Hesi vistu m.a., at eitt bann ímóti tollfría handlinum fór at hava við sær, at so at siga alt ferjusamband bleiv niðurlagt, og at mong tí fóru at missa sítt arbeiði [...] starvsfólkum boð um, at tey kunnu vænta sær uppsøgn. Tað hevur eisini víst seg, at ES-avgerðin at banna tollfría handlinum eisini fer at raka aðrar vinnur. Fleiri bussfeløg, sum hava livað av at senda fullsettasr [...] fara eisini at kenna sviðan av banninum. Talsmenn hjá busseigarunum hava sagt, at fleiir bussfeløg fara á húsagang, tá summarið fer at halla. Fyribils hava busseigararnir roynt at klára seg við at seta fe
fakfeløgunum, at tey hildu at tað var neyðugt at fáa at vita frá hvørjum einstøkum flokki, hvørja støðu hann hevði til málið. Fakfeløgini siga, at ætlanin hjá Vinnumálastýrinum er er eitt dømi um, at samráði [...] Tey vístu m.a. á, at eftir uppskotinum fór semingsmaðurin at fáa næstan óavmarkaðar heimildir at útseta eitt verkfall og at tað hartil fór at verða næstan ógjørligt hjá fakfeløgunum at fella eitt semingsuppskot [...] um at svara áðrenn ein vika va farin tvs. áðrenn hálvan desember. Tey søgdu eisini, at tey fóru at kunngera fyri limum sínum, hvørja støðu, hvør einstakur flokkur hevur. Tað fóru tey at gera, tí at tey
allir pensjónistar at missa pening. Hetta fer at hava við sær, helt hann, at hugurin at spara upp minkar. Haraftrat fara skattakrónurnar, ið áttu at fylgt eldrabylgjuni út í framtíðina, at mangla í, tá el [...] Onnur hildu tó, at tað var heilt í lagi, at hann møtti at ríka seg við vitan. Lækka 17 prosent Jan Otto S. Holm, óheftur pensjónsráðgevi, legði fyri við at greiða frá avleiðingunum av at skatta pensjónir [...] nakran halda, at tað er eitt gott hugskot at skatta pensjónirnar við inngjaldi. Lógvabrestirnir vóru hvøllir, tá hann var liðugur at tosa, men dátt kom tað við hjá fleiri áhoyrarum at hoyra, at pensjónin í
ætla at kanna eftir, um tað er skilagott at tengja hesar báðar ætlanirnar saman. Hon sigur, at tað er neyðugt at gera eina neyva raðfesting fyri at hava eitt trygt fíggjarligt fótafestið og fyri at sleppa [...] Sandoyartunnilin endar, ber ikki til at siga nakað um enn. Karsten Hansen staðfestir sostatt, at hann kann ikki vátta, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin fer at byrja 1. november næsta ár. - Vit hava [...] vandanum at fara undir eina útbygging, sum vit ikki hava ráð at gjøgnumføra. Hinvegin staðfestir Bjørt Samuelsen, at tað er samtykt at gera Sandoyartunnilin og tí kann tað heldur ikki koma upp á tal at útseta
duga at skilja tjóðveldisfólk, tá tey siga, at landið ikki eigur at rinda tveir teir fyrstu sjúkradagarnar hjá tímaløntum og øðrum, ið eru undir dagpeningaskipanini. Hon vísir á, at tað jú fer at vera [...] ðina fari eg helst at hava eina greiðari støðu til júst hetta uppskotið, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon ynskir at sláa ógvuliga fast, at dagpeningaskipanin eigur at verða broytt ógvuliga [...] ikki fara at atkvøða fyri, av teirri orsøk, at landsstýrið er á veg við einum betri uppskoti. Men velur onkur av samgongufólkunum ikki at møta ella ikki at atkvøða, er møguleiki tó fyri, at uppskotið verður
hevur skuldsett hann fyri at vera ólýðin og óloyalan. Í fyrra lagi verður kravt, at hesar útsagnirnar verða dømdar deyðar at vera og at Landsstýrismaðurin skal rinda kostnaðin av at kunngerða dómin við gr [...] einfalt ikki til at skuldseta Jákup Mørkøre fyri ólýdni og óloyalitet, bara tí at hann ger sína skyldu og ger, sum hann er biðin. Bjørn á Heygum sigur, at tað er orsøk til at halda, at veruliga orsøkin [...] greitt, at Helena Dam á Neystabø noyðist í rættin fyri at hava sagt Jákup Mørkøre upp sum leiðara á Landssjúkrahúsinum. Annars hevur ongin ivi verið um leingi, at Helena Dam á Neystabø fór at verða stevnd