Tollfría sølan ikki kravt arbeiðspláss enn

Sum kunnugt var orðaskiftið undan ES-avgerðini at steðga tollfría handlinum sera drúgvt. Serliga bretar og týskarar vóru ímóti ætlanini, meðan danska stjórnin var ein tann heitasta fyri ætlanini at banna tollfría handlinum.

Ikki tí, lokalt í Danmark hildu fólk lítið um ætlanina, og tað vóru serstakliga fakfeløgini og teir kommunalu myndugleikarnir í teimum økjunum, sum í mong ár hava notið gott av ferjusambandinum millum Danmark og Týskland, sum royndu at ávirka stjórnina. Hesi vistu m.a., at eitt bann ímóti tollfría handlinum fór at hava við sær, at so at siga alt ferjusamband bleiv niðurlagt, og at mong tí fóru at missa sítt arbeiði.

Hetta hjálpti tó ikki. Stjórnin í Keypmannahavn stóð við sítt, og bannið kom í gildi. Enn hevur hetta tó ikki víst seg at hava havt nakra stórvegis ávirkan, tí bara heilt fá arbeiðspláss eru horvin. Men ein sannroynd er tað, at tað er tí stóra streyminum av ferðafólki nú á hásumri fyri at takka, at ES-avgerðin ikki hevur havt ta væntaðu ávirkanina enn.


Fleiri hundrað rúka

Tí bentdir alt á, at hetta verður ein stokkut gleði hjá teimum, sum vinna sítt dagliga breyð í hesiari vinnuni. Einstøk av reiðaríunum, sum hava ferjur siglandi millum danskar og týskarar havnir, hava longu boðað frá, at tey fara at siga nógvum fólki upp seinni í summar.

Eitt nú hava Scandlines boðað frá, at millum 200 og 300 av teirra starvsfólkum fara at fáa uppsagnarbræv seinni, og Stena Lines hevur givið 660 av teirra starvsfólkum boð um, at tey kunnu vænta sær uppsøgn.

Tað hevur eisini víst seg, at ES-avgerðin at banna tollfría handlinum eisini fer at raka aðrar vinnur. Fleiri bussfeløg, sum hava livað av at senda fullsettasr bussar við ferjunum til Týskland, fara eisini at kenna sviðan av banninum. Talsmenn hjá busseigarunum hava sagt, at fleiir bussfeløg fara á húsagang, tá summarið fer at halla. Fyribils hava busseigararnir roynt at klára seg við at seta ferðaseðlaprísirnar munandi niður, men heldur ikki tað hevur víst seg at muna nakað stórvegis.

Tí verða ætlandi nógvir danskir bussar settir í næstum.