Nógv bendir á, at samgongan ikki fer at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum um at broyta dagpeningaskipanina soleiðis, at dagpeningur verður veittur teimum tímaløntu og teimum, sum annars eru undir somu skipan, frá fyrsta sjúkradegi.
Teir tríggir flokkarnir hava sett uppskotið fram, fyri at javnseta tey tímaløntu og onnur, sum fáa dagpening undir sjúku, við tey fastløntu. Fíggjarmálaráðharrin gjørdi nevniliga undir sáttmálasamráðingunum við Starvsmannafelagið í vár semju um, at hann skuldi leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um, at lógin um karensdagar hjá alment løntum verður avtikin.
Í dag verður uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum lagt fyri Løgtingið til aðru viðgerðar, eftir tað hevur verið til viðgerðar í Vinnunevnd Løgtingsins, ið mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. Og alt bendir á, at uppskotið verður samtykt. Sostatt sleppa tey alment løntu undan at verða drigin í løn tveir teir fyrstu sjúkradagarnar.
Arbeiðsmarknaðarspurningur
Verri er tó stætt við uppskotinum hjá Miðflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, ið skal geva teimum tímaløntu somu sømdir. Tingfólk í Tjóðveldisflokkinum halda tað nevniliga vera skeivt, at landið skal gjalda fyri sjúkradagar hjá tímaløntum í privatu vinnuni.
Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum sigur, at eftir hansara tykki er talan ikki um sosialmál, tá ein tímaløntur arbeiðari legst sjúkur og má vera burtur frá arbeiði í ein dag ella tveir. Hetta heldur hann tvørturímóti vera eina søk ímillum arbeiðsgevaran og arbeiðstakaran, og tí eigur landið ikki at hava útreiðslur av hesum, men heldur eigur tað at vera arbeiðsgevarin, ið rindar fyri tveir teir fyrstu sjúkradagarnar. Finnur Helmsdal vísir annars á, at tað er Páll á Reynatúgvu, ið er framsøgumaður í málinum, og tí er tað hann, ið skal tosa floksins vegna. Tískil vil hann ikki siga meira enn, at øll skulu vera eins fyri lógini, og tí er tað ikki rætt, at landskassin skal rinda einum arbeiðara løn, um hann noyðist at vera heima vegna sjúku ein arbeiðsdag ella tveir. Men Finnur Helmsdal leggur tó dent á, at hann heldur, at tey almet løntu og tey tímaløntu sjálvandi skulu javnsetast.
Hóast nógv bendir á, at Finnur Helmsdal ikki fer at taka undir við uppskotinum hjá teimum trimum flokkunum, vil hann hvørki svara, um hann fer at atkvøða fyri ella ímóti.
Sosialurin royndi í gjár at fáa viðmerking frá framsøgumanni tjóðveldisfloksins, Páll á Reynatúgvu, men tað eydnaðist ikki.
Skilir ikki Tjóðveldisflokkin
Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum sigur seg ikki duga at skilja tjóðveldisfólk, tá tey siga, at landið ikki eigur at rinda tveir teir fyrstu sjúkradagarnar hjá tímaløntum og øðrum, ið eru undir dagpeningaskipanini. Hon vísir á, at tað jú fer at vera landið og eingin annar, ið rindar teimum almennu løn, hóast tey liggja sjúk við hús, eftir at karensdagaskipanin hjá teimum alment løntu er avtikin.
Rúna Sivertsen vísir á, at í sambandi við uppskotið um at taka av karensdagaskipanina hjá teimum alment løntu, segði hon beinanvegin, at talan var um eitt uppskot, ið fór at økja um gjónna millum tey fastløntu og tey tímaløntu, og tískil kundi hon als ikki taka undir við tí. Men líkt er nú til, at karensdagaskipanin verður avtikin, og tískil gerst gjógvin nú størri, tí tímalønt fáa ongan pening fyrstu tveir sjúkradagarnar. Fer Rúna Sivertsen tí at taka undir við uppskotinum hjá andstøðuflokkunum?
? Eg fari ikki at siga her og nú fyri bløðunum, hvussu eg fari at atkvøða, men málið skal jú viðgerast í nevnd, og eftir nevndarviðgerðina fari eg helst at hava eina greiðari støðu til júst hetta uppskotið, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon ynskir at sláa ógvuliga fast, at dagpeningaskipanin eigur at verða broytt ógvuliga skjótt, so at tey tímaløntu verða javnstillað við tey fastløntu á arbeiðsmarknaðinum.
Fólkaflokskvinnan úr Klaksvík heldur tað annars vera heilt burturvið at viðgerða málið um karensdagarnar, tí landsstýrismaðurin seldi seg undir samráðingunum við Starvsmannafelagið í vár. Landsstýrsmaðurin bant eftir hennara tykki samgonguna til at góðkenna uppskotið. Tí ger hon ikki tað, fara tey alment løntu aftur at seta ógvuslig tiltøk í verk.
At enda sigur Rúna Sivertsen, at tá Almannastovan sum er rindar dagpening frá triðja degi, kann hon eins væl rinda frá fyrsta degi. Men hon vil ikki siga, um hon fer at taka undir við uppskotinum frá andstøðuni.
Javnstillaður arbeiðsmarknaður
Líkt er til, at flokkarnir á tingi eru samdir um, at vit skulu hava javstillað rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið um at avtaka karensdagarnar fyri alment lønt verður uttan iva samtykt á tingi fyrsta dagin, men spurningurin er, um tey tímaløntu fáa somu rættindi. Uppskotstillararnir eru 14 í tali, og sostatt er vist, at í hvussu er 14 atkvøðum fyri at broyta dagpeningaskipanina. Fyri at uppskotið skal vera samtykt er neyðugt við einum meiriluta á 17 av teimum 32 tingfólkunum, og nógv bendir á, at samgongulimir ikki fara at atkvøða fyri, av teirri orsøk, at landsstýrið er á veg við einum betri uppskoti. Men velur onkur av samgongufólkunum ikki at møta ella ikki at atkvøða, er møguleiki tó fyri, at uppskotið verður samtykt. Í hvussu so er verður tað beint í nevnd.