Helena Dam á Neystabø í rættin

Jákup Mørkøre, fyrrverandi leiðari á Landssjúkrahúsinum, hevur stevnt henni fyri ærumeiðing

Tað er nú greitt, at Helena Dam á Neystabø noyðist í rættin fyri at hava sagt Jákup Mørkøre upp sum leiðara á Landssjúkrahúsinum.

Annars hevur ongin ivi verið um leingi, at Helena Dam á Neystabø fór at verða stevnd, men nú er tað so veruleiki.

Tí mikudagin læt Jákup Mørkøre Føroya Rætti stevningina ímóti landsstýrismanninum.

Jákup Mørkøre stevnir í Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing, tí hon hevur skuldsett hann fyri at vera ólýðin og óloyalan.

Í fyrra lagi verður kravt, at hesar útsagnirnar verða dømdar deyðar at vera og at Landsstýrismaðurin skal rinda kostnaðin av at kunngerða dómin við grundgevingum.

Fær Jákup Mørkøre ikki viðhald frá rættinum um, at hann er ærumeiddur, krevur hann í øðrum lagi, at Helena Dam á Neystabø verður dømd at viðurkenna at hann ikki hevur verið ólýðin og illoyalur ímóti yvirskipaðu leiðsluni, sum í hesum føri er Almanna og Heilsumálastýrið.

Og at enda krevur Jákup Mørkøre, at Landsstýrismaðurin verður dømdur at rinda sakarkostnaðin av hesum máli.

Tað er Bjørn á Heygum, sum er sakførari hjá Jákup Mørkøre í hesum máli.

Málið kemur fyri í Føroya Rætti týsdagin 9, mai klokkan 10.


Leingi verið greitt

Sum sagt omanfyri, hevur tað annars leingi verði greitt, at Helena Dam á Neystabø fór at verða stevnd í hesum máli.

Einasta ivamál hevur verið, hvussu stevningin fór at ljóða og, um tað skuldi vera Jákup Mørkøre sjálvur, ella fakfelag hansara, Verkfrøðingarfelagið, sum skuldi standa fyri stevningini.

Formaðurin í Verkfrøðingafelagnum, Suni Joensen hevur áður sagt fyri Sosialinum, at arbeitt hevur verið við trimum møguleikum.

Antin kundi felagið, ella Jákup Møkøre sjálvur stevna Helenu Dam á Neystabø við kravi um, at uppsøgnin var ólóglig, ella kundi hann krevja starvið aftur, ella í triðja lagi kundi Jákup Mørkøre stevna fyri ærumeiðing. Í samráð ímillum Jákup Mørkøre og felagið er úrslitið so blivið, at Jákup Mørkøre stevnir sjálvur fyri ærumeiðing.

Fyrimunurin við eini slíkari stevning er, at tað er nógv skjótari at fáa eitt mál um ærumeiðing avgreitt, enn tað er at fáa hini málini avgreitt.

Men fær Jákup Mørkøre viðhald í stevningini um ærumeiðing, er tað sannlíkt, eitt eitt annað sakarmál um sjálva uppsøgnina kemur at fylgja í kjalarvørrinum á tí hevur Suni Joensen sagt.

Leggjast skal afturat, at Jákup Mørkøre hevur fullan stuðul frá Verkfrøðingafelagnum í hesum málinum.

Bjørn á Heygum sigur m.a., at tá ið málið allan vegin ber týðiligt bráð av ósakligheit og óviðkomandi fyrilitum, verður kravt, at saksøkjarin fær persónliga uppreisn og verður reinsaður fyri tær vanærandi og niðurgerandi skuldsetingar, sum hava skatt hann almikið.


Helena visti um alt

Bjørn á Heygum sigur, at tað er onki hald í skuldsetingunum um ólýdni og óloyalitet.

Og hetta eru so grovar, niðurgerandi og álvarsamar skuldsetingar, at hetta kemur undir ærumeiðing.

? Talan er um eginleikar, sum eru alneyðugar fyri at varðveita eitt ávíst trúvirði. ? Og tað er rættiliga avgerðandi fyri vinnumøguleikarnar hjá Jákupi Mørkøre, at ivi ikki verður sáddur um hesar týðandi eginleikarnar, sigur sakførari hansara.

?Serstakliga eigur dentur í hesum sambandi at verða lagdur á, at tað serliga álitisstarv, sum Jákup Mørkøre hevur røkt og at tað tí er serstakliga óheppið og oyðileggjandi fyri hann, at slíkar ákærur verða reistar, sum gera hann óskikkaðan at røkja samsvarandi størv í framtíðini.

Bjørn á Heygum sigur, at tað kann ikki vera nakar ivi um, at sjúkrahúsleiðarin hevur eina greiða skyldu at syrgja fyri at halda tær fíggjarligu játtanir, sum sjúkrahúsið fær.

?Tí má tað metast sum greitt tænastubrot um hann ikki tók hesi viðurskifti í álvara við tí úrslitið, at fíggjarætlanin ikki helt.

Sakførarin sigur, at tað er heilt greitt av øllum tí tilfari, sum liggur í málinum, at Jákup Mørkøre gjørdi bara tað, sum honum varð álagt og at Helena Dam á Neystabø var alla tíðina fult og heilt kunnað um gongdina.

? Tískil ber tað heilt einfalt ikki til at skuldseta Jákup Mørkøre fyri ólýdni og óloyalitet, bara tí at hann ger sína skyldu og ger, sum hann er biðin.

Bjørn á Heygum sigur, at tað er orsøk til at halda, at veruliga orsøkin til uppsøgnina er eitt bræv, sum Helena Dam á Neystabø fekk frá Løgmanni.

Í tí brævinum finst Løgmaður at Helenu Dam á Neystabø fyri, at hon ikki hevur kunnað hann um hópuppsagnir á Landssjúkrahúsinum, sum er eitt álvarsmál.

?At tílík stórmál verða borin fram í fjølmiðlunum, uttan at løgmaður er kunnaður, og uttan at málið er viðgjørt í Landsstýrinum, er als ikki nøktandi. Løgmaður kann als ikki góðtaka hesa framferð, sigur Anfinn Kallsberg.

Hann sigur, at er hetta úrslit av vánaligari embætisførslu í fyrisitingini hjá Helenu Dam á Neystabø, eigur tað at fáa avleiðingar. Men fæst greiða ikki á hesum alt fyri eitt, fer Løgmaður sjálvur at taka neyðug stig í hesum máli, endar Anfinn Kallsberg brævið til Helenu Dam á Neystabø.

Bjørn á Heygum sigur, at hetta brævið frá Løgmanni gjørdi, at tað varð umráðandi hjá Helenu Dam á Neystabø at finna onkran, sum kundi fáa skyldina fyri hetta vánaliga arbeiðslagið og embætisførsluna, sum Løgmaður sipar til.

? Og tí varð Jákup Mørkøre sagdur upp.