Uttanríkisráðharrin: - Okkum tørvar fleiri vápn

Í morgun segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at umboð fyri Ukraina og Russland fara at hittast til samrøður í dag, men smáar vónir eru um nakra loysn.

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, sigur, at landinum tørvar meira vápn skjótast gjørligt.

 

Hann sigur, at skulu ukrainar berja niður russisku innrásina, verður neyðugt við fleiri vápnum. 

 

Og alt bendir á, at ukrainski herurin eisini fer at fáa fleiri vápn og longu hevur fingið vápn úr vesturheiminum.

 

Tað eru neviliga fleiri lond, sum hava boðað frá, at tey fara at lata Ukraina vápn fyri at standa ímóti russisku innrásini.

 

- Hetta snýr seg ikki um, hvørt vit fara at yvirliva. Vit fara at yvirliva, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin.

 

Dmytro Kuleba vísir á, at tað verður meira ein spurningur um, hvussu nógv mannalív kríggið kemur at kosta.

 

Seinnapartin í dag verða samrøður millum umboð fyri Ukraina og Russland, og hesar verða nær markinum millum Ukraina og Hvítarussland.

 

Serfrøðingar vænta ikki, at hesar samrøður fara at loysa upp fyri, at Russland fer at gevast við sínum álopum á Ukraina.

 

- Kríggið endar ikki í morgin, eru serfrøðingar sannførdir um, men semja er eisini um, at tað møguliga kann loysa upp fyri onkrum, at partarnir snakka saman.

 

Tað var í morgun, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði, at umboð fyri Ukraina og Russland fara at hittast í dag.

 

Hetta var eftir, at hann hevði snakkað við forsetan í Hvítarusslandi, Alexander Lukasjenko.

 

- Vit samdust um, at ukrainsk umboð skulu hitta russisk umboð á markinum millum Ukraina og Hvítarussland, nær ánni, Prypjats.

 

Í einum boðum í dag skrivaði Volodymyr Zelenskyj, at Alexander Lukasjenko hevur tikið ábyrgdina av, at ukrainsku umboðini kunnu kenna seg trygg.

 

- Øll flogfør, tyrlur og rakettir um hesar leiðir í Hvítarusslandi binda frið undir ferðini, samrøðum og heimferðini, skrivaði ukrainski forsetin í morgun.

 

Volodymyr Zelenskyj var ikki serliga bjartskygdur um hesar samrøður og segði seg ikki vænta, at tær fara at føra til ítøkilig úrslit.

 

- Men, tað er rætt at gera eina roynd, legði ukrainski forsetin aftrat.