Fiskiskip vænta sær eisini almennan stuðul

Formaðurin í Reiðarafelagum staðfestir, at nú politikararnir bjarga Norrønu undan at fara á húsagang, er tað sjálvsagt, at teir eisini bjarga teimum fiskiskipum, sum eru á veg undir hamaran

- Sjálvandi vænta vit, at kreppurakt fiskiskip fáa somu sømdir frá tí almenna, sum Smyril Line fær.

Tað staðfestir Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum.

Hann sigur, at nú politikararnir veita Norrønu almennan stuðul fyri at bjarga henni undan at fara av knóranum, er tað sjálvsagt, at eisini kreppurakt fiskiskip fáa somu sømdir.

Tað var í vár og í summar, at oljan bleiv so dýr, at fiskiflotin kom í eina rættiliga kreppu, tí tey fiskaðu ikki fyri rakstur.

Men tá vóru boðini frá politiska myndugleikanum púra greið og ikki til at misskilja. Og tey boðini vóru, at tað kom ikki upp á tal, at veita fiskiflotanum stuðul til at halda fram.

- Vit fingu púra greitt at vita, at tað, sum ikki kann standa, tað má falla.

Úrslitið av tí er, at nógv skip liggja í løtuni, eins og onnur eru farin í aðra vinnu, eitt nú oljuvinnuna.

- Men tað eru eisini eini átta skip, sum eru á veg undir hamaran, sum støðan er nú.

Viberg Sørensen sigur, at Reiðarafelagið royndi at føra fram fyri politiska myndugleikanum, at eitt átak fyri at bjarga tí kreppurakta fiskiflotanum, er samstundis eitt átak fyri at bjarga øllum landinum, tí tað er fiskiflotin, sum er hornasteinurin í okkara samfelag.

- Men tað var sum at sláa í eina dýnu, tí støðan var, at fiskiflotin mátti sigla sín egna sjógv, staðfestir formaðurin í Reiðarafelagnum.

Hann sigur, at nú hava vit fingið eina aðra samgongu og tað, at Norrøna nú verður bjargað, kundi bent á, at politiski hugburðurin er broyttur.

Hann sigur, at nú fer tíðin at vísa, um landsstýrið eisini er sinnað at bjarga fiskiskipunum, sum eru á veg undir hamaran.

- Tað taka vit sum ein sjálvsagdan lut, hóast ongin enn hevur tikið tey upp á tunguna, sjálvt um talan er um hornasteinin í okkara samfelag, sigur Viberg Sørensen.