Øll vita, at tað eitt brotsverk at gera seg likamliga inn á fólk. Men nú vil Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi hava Løgtingið at samtykkja, at eisini sálarligur harðskapur skal vera revsiverdur upp á sama máta sum likamligur harðskapur er. Og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um tað.
– Í sjálvum sær er sálarligur harðskapur ikki revsiverdur í Føroyum, sigur Hervør Pálsdóttir. Hon vísir á, at í Danmark og í Grønlandi eru revsilógirnar broyttar soleiðis, at sálarligur harðskapur eisini er eitt brotsverk. Hon vísir eisini á, at ein kanning vísir at 19 proent av føroyingum hava verið fyri sálarligum harðskapi, har onkur hevur roynt at kúga tey, niðra ella at eyðmýkja tey. Samstundis hava átta prosent av føroyingum livað í ótta, tí onkur r hótti tey, ella royndi at skaða tey, og ella teirra nærmastu. Og harafturat siga níggju prosent, at onkur hevur hótt tey til ikki at hava samband við ávís fólk.
Hervør Pálsdóttir sigur, at sálarligur harðskapur kann vera hóttanir um harðskap, ella at børnini verða hótt við harðskapi. Tað kann eisini vera tað at vera undir eftirliti ella at verða avbyrgdur frá øðrum. Tað kann eisini verða tað at verða eyðmýktur ímeðan onnur hoyra, ella tað tað verður rópt og funnist at einum í heilum.
– Sálarligur harðskapur kann vera torførur at prógva, tí hann ikki sæst á kroppinum. Men sálarligur harðskapur er bæði skaðiligur og niðurbrótandi, sigur Hervør Pálsdóttir.
– Hóast tað kann vera torført at prógva sálarligan harðskap, er tað ikki ein haldgóð orsøk til ikki at kriminalisera sálarligan harðskap. At kriminalisera sálarligan harðskap kann eisini skapa eina hugburðsbroyting, tí at okkurt er revsivert kann hava við sær, at tað fær fólk at aftra seg at fremja harðskapin, leggur hon afturat.