Fakfeløgini hava ikki enn fingið svar frá øllum flokkum uppá nakrar spurningar, sum tey vildu hava svar uppá hálvan desember. Tað var í sambandi við uppskotið um seming, sum Vinnumálastýrið gjørdi í november, at fakfeløgini sendu øllum flokkum skriv, har tey vildu hava at vita, hvørja støðu hvør einstakur flokkur hevði til málið. Fakfeløgini hildu, at uppskotið var so grovur ágangur ímóti fakfeløgunum, at tey hildu at tað var neyðugt at fáa at vita frá hvørjum einstøkum flokki, hvørja støðu hann hevði til málið. Fakfeløgini siga, at ætlanin hjá Vinnumálastýrinum er er eitt dømi um, at samráðingarrætturin hjá fakfeløgunum verður ikki virdur. Tey vístu m.a. á, at eftir uppskotinum fór semingsmaðurin at fáa næstan óavmarkaðar heimildir at útseta eitt verkfall og at tað hartil fór at verða næstan ógjørligt hjá fakfeløgunum at fella eitt semingsuppskot, tí at atkvøðureglarnar blivu so fløktar. Sjeymannabólkurin hjá fakfeløgunum skrivaði tí 8. desember hvørjum flokki bræv, har tey heittu á flokkarnar um at boða frá, hvørja støðu teir høvdu til uppskotið hjá Vinnumálastýrinum. Feløgini heittu eisini á flokkunum um at svara áðrenn ein vika va farin tvs. áðrenn hálvan desember. Tey søgdu eisini, at tey fóru at kunngera fyri limum sínum, hvørja støðu, hvør einstakur flokkur hevur. Tað fóru tey at gera, tí at tey hildu at tað hevði stóran týdning at fáa at vita, hvørja støðu hvør flokkur hevur til tey grundleggjandi rættiindini hjá fakfeløgunum.
Tríggir flokkar svarað Hóast tað er ein mánaði síðani, at fakfeløgini vildu hava svarini, eru tað bara tríggir av flokkunum, sum hava svarað. Tað eru javnaðarflokkurin, tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin. Sostatt hava fólkaflokkurin, sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin ikki svarað. Tað vil so aftur siga, at av samgonguflokkunum, er tað bara tjóðveldisflokkurin, sum hevur svarað. Svarini prenta vit niðanfyri.