Lægri pensjónir og fámannaveldi

Á kunningarfundi hjá fakfeløgunum í Norðurlandahúsinum í gjár søgdu serkøn, at pensjónin fer at lækka 17 prosent, um hon verður skattað við inngjaldi. Skattalættin fer at kosta 265 mió. kr., men verður helst tikin innaftur um eitt ár, tí hallið hjá landinum er 500 mió. kr. Fiskivinnupolitikkurin fer at skapa eitt fámannaveldi, har nakrir fáir reiðarar fara at eiga meginpartin av fiskiríkidøminum, varð eisini sagt

Fullsett var í stóra salinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá fakfeløgini høvdu boðið limum sínum og øðrum áhugaðum á stórfund at hoyra um avleiðingarnar av politikkinum, sum nýggja samgongan ætlar at seta í verk. Í gongini undan fundinum sást aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum. Fleiri hildu, at maðurin var djarvur, tí frættu samgongumenn, at hann var møttur at lurta eftir talaða orðinum á almennum fundi, kundu teir fáa tann illgruna, at aðalstjórin var ímóti politikkinum hjá samgonguni og hevði samhuga við fakfeløgunum. Onnur hildu tó, at tað var heilt í lagi, at hann møtti at ríka seg við vitan.

Lækka 17 prosent
Jan Otto S. Holm, óheftur pensjónsráðgevi, legði fyri við at greiða frá avleiðingunum av at skatta pensjónir við inngjaldi. Hann nevndi, at tekniskt er ongin munur á at skatta pensjónirnar við inngjaldi og útgjaldi, men í veruleikanum er munurin stórur. Við einum greiðum dømi vísti hann, at sjálv pensjónin skattað við inngjaldi minkar 17 prosent, og tí fara allir pensjónistar at missa pening. Hetta fer at hava við sær, helt hann, at hugurin at spara upp minkar. Haraftrat fara skattakrónurnar, ið áttu at fylgt eldrabylgjuni út í framtíðina, at mangla í, tá eldrabylgjan av álvara fer at gera um seg um 20-30 ár.

Jan Otto S. Holm staðfesti, at størri tørvur er á vælferðarsamfelagnum seinni enn at taka skattin av pensjónunum nú fyri at fíggja ein skattalætta. Hann segði seg ikki hava hoyrt nakran halda, at tað er eitt gott hugskot at skatta pensjónirnar við inngjaldi. Lógvabrestirnir vóru hvøllir, tá hann var liðugur at tosa, men dátt kom tað við hjá fleiri áhoyrarum at hoyra, at pensjónin í krónum og oyrum fer at minka 17 prosent, verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk. Hetta samsvarar ikki við tað, sum samgongan hevur sagt um, at pensjónsútgjaldið verður óbroytt við ætlaða skattingarháttinum.

Skattalætti fíggjast
Malan Johansen og Kári D. Petersen, búskaparfrøðingar, umrøddu væntaðu avleiðingarnar av flatskattaskipanini, hallinum á fíggjarlógini og ætlaða fiskivinnupolitikkinum. Malan Johansen nevndi, at flestu flokkar eru samdir um, at marginalskattatrýstið í Føroyum er ov høgt, og at skatturin tí má lækka. Á eini mánaðarinntøku á 21.000 kr. er marginalskatturin 58 prosent, og tað køvir hugin at arbeiða. Sæð úr einum búskaparligum sjónarhorni er tað tí skilagott at lækka skattin, men ein skattalætti skal fíggjast, og einasti møguleikin at fíggja hann er ikki bara at taka skattin av pensjónunum við inngjaldi, segði hon.

Malan Johansen vísti á, at til eina so stóra bygnaðarbroyting sum flatskattaskipanina er neyðugt at finna eina bygnaðarliga fígging. Søla av fiskiveiðirættindum ein møguleiki, segði hon. Ein annar møguleiki er at avtaka sjómannafrádráttin, og ein triði møguleiki er at umhugsa samdøgursfrádráttin til handverkarar uttanlands. Eisini nevndi hon, at fastognarksattur kundi verið settur í gildi soleiðis, at tey ríkastu rindaðu mest, og at hægri avgjøld kundu verið løgd á marglætisvørur. Tey, sum tjena mest, fáa mest burtur úr ætlaða skattalættanum, og pengarnir mugu tí takast innaftur onkustaðni, staðfesti Malan Johansen.

Hon vísti á, at 25.000 skattgjaldarar í Føroyum hava eina ársinntøku upp ímóti 250.000 kr. Hesi fáa nærum ongan skattalætta. 12.095 skattgjaldarar hava eina ársinntøku millum 250.000 kr. og 600.000 kr. Hesi fáa meira í lætta, so hvørt sum inntøkan hækkar. Knøpp 1.000 fólk vinna so yvir 600.000 kr. Tey fáa nógv mest í krónum og oyrum. Fer skattalættin so at seta ferð á nýtsluna? Tað helt Malan Johansen ikki. Meira sannlíkt er, at tey, sum fáa ein veruligan lætta, fara at spara upp ella gjalda niður skuld. Skattalættin fer tí ikki at stimbra búskapin nevnivert, helt hon.

Stórar avbjóðingar
Kári D. Petersen var bersøgin um skattalættan, sum eftir ætlanini hjá samgonguni fer at kosta 265 mió. kr. Hetta er ikki smávegis upphædd, tá hallið á fíggjarlógini frammanundan er 500 mió. kr., og málið hevur verið at fáa hallið burtur í 2016. Bæði hall og skattalætti skulu fíggjast, og púra vist er, at tíðin er ikki tann rætta at læna seg til lættan, segði hann. Hann nevndi, at ætlanin sambært semju í fíggjarnevndini í vár hevur verið at skerja útreiðslurnar á almannaøkinum og heilsuøkinum munandi. Hesar ætlanir eru órealistiskar, helt hann, og tí er avbjóðingin hjá landinum sera stór - bara av hallinum. Mest sannlíkt má skattalættin tí takast innaftur longu um eitt ár.

Við hesi stóru avbjóðing í huga er tað óskiljandi, helt Kári D. Petersen, at samgongan hevur gjørt av, at ein rullandi skipan við loyvum skal galda í fiskivinnuni. Ein rullandi skipan hevur við sær, at loyvini verða latin nøkrum fáum reiðarum í allar ævir, segði hann. Á hendan hátt frásiga politikararnir sær møguleikan at taka gjald fyri fólksins ogn í havinum, tí teir heldur vilja lata nøkrum fáum reiðarum milliónavirðini fyri onki. Við hesum politikki eru útlit til, at Føroyar verða eitt fámannaveldi, eitt oligarki, har nakrir fáir menn fara at eiga mesta ríkidømið og kunnu keypa upp alt vinnulív í Føroyum, segði Kári D. Petersen.