Gerhard Lognberg fingið falska trygd

Undir samráðingunum um at skipa samgonguna skuldi tað eitast, at Gerhard Lognberg hevði fingið trygd fyri, at Sandoyartunnilin skal halda fram sum ætlað. Men nú vilja hvørki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella landsstýrismaðurin í vinnumálum, lova, at tunnilin byrjar næsta ár, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt

 Tað er als ongin trygd fyri, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin byrjar næsta ár, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt.

Tað staðfesta bæði Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum.

Undir samráðingunum um at skipa CHE samgonguna, elvdi undirsjóvartunnilin í Sandoy til kreppu, tí Gerhard Lognberg, tingmaður úr Sandoy, vildi hava trygd fyri, at farið verður undir arbeiðið at gera tunnilin 1. november næsta ár, soleiðis sum Løgtingið samtykti í fjør.

Annars tók hann ikki undir við samgonguni.

Tað endaði við, at sandoyartingmaðurin sissaðist og tók undir við samgonguni, tí hann segði seg hava fingið trygd fyri, at arbeiðið at gera tunnilin, heldur fram sum ætlað.

Men síðani hava ymsir fjølmiðlar roynt at fáa topp-polikarar í samgonguni at staðfesta, at farið verður undir Sandoyartunnlin næsta ár.

Men tey orðini hava hvørki løgmaður, ella Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fingið seg til at tikið í sín munn.


Følsk trygd

Tí hava vit nú spurt tey bæði lyklafólkini í samgonguni, Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum og Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í vinnumálum, hvat vendir upp og niður í sambandi við Sandoyartunnilin.

Og tað er heilt greitt, at trygdin, sum Gerhard Lognberg sigur seg hava fingið, er lítið verd.

Bæði landsstýrisfólkini staðfesta nú fyri Sosialinum, at ongin vissa kann veitast fyri, nær arbeiðið upp á Sandoyartunnilin byrjar.

Tvørturímóti er tað nógv, sum talar fyri, at Sandoyartunnilin verður útsettur í nøkur ár.

Bæði Karsten Hansen og Bjørt Samuelsen nevna týdningin av at tunnilin kemur, men tey nevna eisini bæði, at tað eru eisini nógvar aðrar útbyggingar, sum eru alneyðugar at gera. Og tað skilst eisini á teimum, at tað eru útbyggingar, sum tey halda hava størri týdning at fremja áðrenn farið verður undir ein tunnil til Sandoyar.

- Vit vita, at alt kann ikki gerast í senn. Alt verður heldur ikki gjørt í hesum valskeiðnum og tí skulu vit gera eina langtíðarætlan og eina raðfesting fyri, nær tær ymsu útbyggingarnar skulu gerast og, hvussu tær skulu fíggjast, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at hvør króna kann bara brúkast einaferð og tí skulu útbyggingarnar altíð lagast til búskaparligu orkuna í landinum.

Tí ber heldur ikki til at siga, at hvussu nógvan pening landskassin fer at brúka upp á útbyggingar um árið, tí tað veldst alt um búskaparligu gongdina og støðuna.


Raðfesta útbyggingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at nú verður farið undir at gera eina langtíðar útbyggingarætlan og har verða allar útbyggingar tiknar við og raðfestar, eisini Sandoyartunnilin.

Men hvar í hesi raðfestingini, Sandoyartunnilin endar, ber ikki til at siga nakað um enn.

Karsten Hansen staðfestir sostatt, at hann kann ikki vátta, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin fer at byrja 1. november næsta ár.

- Vit hava onga avtalu í samgonguni um, nær vit skulu fara undir Sandoyartunnilin. Tað fer tann politiska telvingin at vísa, men eg vænti avgjørt, at vit finna semju fyri tí, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

- Vit mugu finna útav, nær hon skal gerast og, hvussu hon verður fíggjað, sigur hann.

Hann sigur, at raðfestingarnar skulu gerast í samráð við Landsverk, men talan skal eisini verða um eina politiska semju.

Í hesum sambandi skal eisini leggjast upp fyri, hvussu tær ymsu útbyggingarnar ávirka rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum framyvir.

Karsten Hansen vil ikki siga, hvørjar útbyggingar, hann heldur eiga at raðfestast frammaliga.

Men hann staðfestir, at í raðfestingini, sum varð gjørd fyri næstan 10 árum síðani, er tað at kalla bara tunnilin Norður um Fjall í Borðoy, sum ikki er gjørdur enn.

Tí heldur hann avgjørt, at tann tunnilin eigur at liggja frammaliga í raðfestingini. Annars hevur samgongan eisini sett sær fyri at dagføra teir tunlar sum eru, eitt nú Hvalbiartunnilin.

- Sostatt eru stórar ætlanir fyri framman og tí er neyðugt at gera eina langtíðar raðfesting og so fáa vit at síggja, at hvar í hesi raðfestingini, Sandoyartunnilin endar, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.


Ikki bíða í allar ævir

Heldur ikki landsstýriskvinnan í vinnumálum vil vátta, at farið verður undir tunnilin næsta ár.

Bjørt Samuelsen er púra samd við starvsfelagan í fíggjarmálaráðnum um, at Sandoyartunnilin skal við í eini raðfesting og at tað er ongin, sum veit, hvar í raðfestingini, Sandoyartunnilin endar.

- Sjálvandi kemur Sandoyartunnilin, men vit hava nógvar, stórar útbyggingar fyri framman og tað er neyðugt at vísa fíggjarliga ábyrgd.

Hon vísir til miðnámsskúlan í Marknagili og eitt føroyskt universitet sum tvey dømi um íløgur, sum tað hevur skund at fremja.

- Harafturat hava vit tveir undirsjóvartunlar á skránni, sum báðir eru ímillum teir longstu í verðini og vit ætla at kanna eftir, um tað er skilagott at tengja hesar báðar ætlanirnar saman.

Hon sigur, at tað er neyðugt at gera eina neyva raðfesting fyri at hava eitt trygt fíggjarligt fótafestið og fyri at sleppa undan vandanum at fara undir eina útbygging, sum vit ikki hava ráð at gjøgnumføra.

Hinvegin staðfestir Bjørt Samuelsen, at tað er samtykt at gera Sandoyartunnilin og tí kann tað heldur ikki koma upp á tal at útseta hann í tað óendaliga.

- Men fyrst og fremst er tað neyðugt at gera eina raðfesting, men eg fari ikki at siga, hvat skal gerast fyrst, leggur hon afturat.