verður farið niðan í svimjihøllina í Gundadali og seinasta dagin verður ein stór kapping og hugnaløta. Tó fer størsti partur av tíðini til badminton. Fyriskipararnir siga, at øll børn í Føroyum millum 7 og 15 [...] ár eru sera vælkomin at luttaka. Eitt lið er í løtuni í Havn, men eisini aðrastaðni, til dømis í Vestmanna og Fuglafirði eru badmintonlið. Badmintonhøllin í Klaksvík verður skjótt liðug, og tað hevði verið [...] verið stuttligt at sæð børn haðani, sigur Tobias Effersøe. Badmintonskúlin verður í Badmintonhøllini í Gundadali í Havn, og kostnaðurin fyri alla vikuna er 200 kr. Venjarnir verða Marjun Niclasen og Tobias
hesir fleiri góð úrslit. Torkil og Bogi vunnu sær stig í Silkeborg, Gunnar kom á mál saman við vinnaranum í Viborg og Bogi vann kappingina í Hammel. Í Hammel bleiv koyrt 87 km. Teinurin gekk eitt nú niðan [...] Føroyskir súkklarar luttóku á hvítusunnu í trimum kappingum í Danmark. Hetta eru afturvendandi kappingar, og eru tað Silkeborg, Viborg og Hammel, ið eru vertir fyri hesum. Talan er um eina sera stóra kapping [...] kapping, og koma luttakarar úr eitt nú Týsklandi, Svøríki, Íslandi, Føroyum og Danmark. Í føroyska hópinum vóru: Bogi Kristiansen, Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen, Bogi Magnusson, Kjartan Egholm, Jens
k. Súsanna hevur búð í Føroyum í skjótt tvey ár. Hon flutti heim úr Keypmannahavn, har hon var góðkend sum vistfrøðiligur frisør. Hon er útlærd á Frederiksberg, har hon arbeiddi í 10 ár, og eitt ár sum [...] viðgerðir verða at bjóða í hesum sambandi. Ætlanin er at víka økologisku tilboðini á salongini. Salong Madonna er fyrsta vistfrøðiga frisørsalong í Havn Hjá Salong Madonnu starvast í dag umframt Súsonnu Køtlum [...] sum freelance frisør. Hon hevur havt nógvar spennandi uppgávur í síni tíð sum frisør, og gjørt hár nógvum kendum fólkum, m.a. vóru FCK leikararnir fastir kundar á salongini, har hon arbeiddi, umframt Mads
Ì lýsingini í morgun sást ein gamal kenningur á redini í Havn. Tað var gamla Norrøna, nú trúboðaraskipið Logos Hope, sum næstu dagarnar vitjar í Føroyum Sambært ætlanini skuldi Logos Hope koma á Havnina [...] og Heðin Mortensen býráðsformaður fara at halda røðu, og hornorkestur spælir. Logos Hope verður í Føryum í seks dagar á Havnini. Millum tiltøkini umborð er eitt fyri allar teir føroyingar, sum hava verið [...] til Klaksvíkar, har móttøka verður úti á Norðborg kl. 18. Í Klaksvík verður m.a. hjúnakvøld umborð, og flaggdagin, 25. apríl, verður stórt tiltak í KÍ-høllini. Sunnudagin 26. apríl kl. 23 endar føroyavitjanin
fingið møguleikan at spæla í hesum legendariska konsertsalinum. Konsertin í London er síðsta konsertin í eina tíð við Kára Sverrissyni sum sangara, og tá ORKA í næstu viku spælir í Reykjavík, syngur Eivør [...] Eivør Pálsdóttir. Aftan á túrin í Íslandi spælir ORKA tvær konsertir í Føroyum. Onnur verður stuðulstiltakið fyri Ghana í Norðurlandahúsinum 7. mai og hin verður í Tórshavn 9. mai, tá ið umhvørvisvika er. [...] ørgrynnu av klassiskum tónleiki og operum. Limirnir í ORKA, sum vóru í Royal Festival Hall, í gjárkvøldið og fínstillaðu serligu, heimagjørdu ljóðførini, siga í tíðindaskrivi, at teir eru sera spentir og stoltir
Í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni ?Stockholmssyndromið? spælir 200 í kvøld útgávukonsert á Reinsarínum í Havn. Um hálvanannan tíma ber til at hoyra tilfar av útgávuni Nógv hevur verið um hana talað [...] talað, men í kvøld klokkan 21 er so útgávukonsert, og fløgan fæst í handlunum týsdagin. Fjórða studioútgávan hjá 200 kemur í handlarnar týsdagin 14. apríl, júst 200 dagar eftir, at ABC samgongan tók við [...] við valdinum aftur í Føroyum. Men longu í kvøld sleppa áhoyarar at hoyra Leoland og onnur løg av útgávuni. Stórar vónir eru til hesa útgávuna, serliga eftir tað sera spennandi fyrsta útspælið, Leoland,
árini. Teir spæla báðir í kultbólkinum Villmenn, sum er ein av teimum virknastu bólkunum í Føroyum í løtuni. Umframt hetta hava teir eisini verið virknir í øðrum bólkum; Holgar í Sørvings, Ghost Riders [...] fyri sín kulttónleik í mong ár, men ongantíð áður hevur vágakultin verið savna undir sama taki. Hetta hendir so 2. jólakvøld í dansistovuni í Sørvági, har Tinganest kult-band spælir. Jóan Jakku Guttesen [...] Fyri fyrstu ferð í 12 ár, spæla Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum saman aftur í Tinganest. Afturat sær hava teir villmennirnar Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen. Vágar hava verið kendar fyri
Tað er ikki bert í Føroyum, at galin endi verður við fólkatalinum! Støðan er ring í fleiri evropeiskum londum Um 44 ár fer fólkatalið í Italia, Spania, Grikkalandi, Týsklandi og Eysturríki at verða helvtin [...] tað er í dag. Hetta boðar ?Nordic Fertility Society? frá. Felagsskapurin heldur sína 18. ráðstevnu í Oslo, í hesum døgum. Skal eitt land halda ein fólkavøkstur, so skulu kvinnurnar eiga tvey børn í snitt [...] fólkatalið í hesum londum, at verða helvtina av tí, tað er í dag, um 44 ár. Ein av trupuleikunum í Evropa er, at kvinnurnar gerast alsamt eldri, tá tær eru við barn. Eisini hevur talið av støkum kvinnum í Evropa
ið í fótbólti fór í gjár av landinum. Ørindini eru at taka lut í EM undankapping, sum næstu dagarnar verður í Portugal. Ferðalagið kom til Portugals seint í gjárkvøldið. Fyrstu venjingarnar vóru í dag [...] fótbólt í eru góðar í Portugal, har tað er bláur himmal, sól og millum 20 og 25 hitastig. Í bólki saman við Føroyum eru umframt vertirnar eisini Rumenia og Noreg. Fyrsti dysturin verður klokkan 16 í morgin [...] sum verður roknað at vera favorittur at vinna kappingina. Í fjør rukku norsku U-19 kvinnurnar í finaluna í EM kappingini. Føroysku spælararnir í Portugal eru Olga Fr. Olsen, Eina S. Kalsø, Olga Kristina
verk. Í íbúðarpakkanum er ein trygg leigulóg, møguleiki fyri lutafelagsíbúðum, mvg-frádráttur til lutafeløg og rentustuðul. Eftir mínum tykki átti íbúðarstuðul eisini at verið settur í gildi í Føroyum eins [...] nógvum í Tórshavnar kommunu, haldi eg eisini, at tað er rætt at taka hetta upp til eitt kommunuval. Tórshavnar kommuna má leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa ætlaða íbúðarpakkan settan í verk [...] eins og í Danmark. Tá íbúðir til støk fyrst og fremst viðkoma Havnar kommunu, mugu vit kommunalpolitikarar eisini royna at fáa landspolitikararnar at skilja, at vit tapa kappingina við Danmark, sum í kanning