Í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni ?Stockholmssyndromið? spælir 200 í kvøld útgávukonsert á Reinsarínum í Havn. Um hálvanannan tíma ber til at hoyra tilfar av útgávuni Nógv hevur verið um hana talað, men í kvøld klokkan 21 er so útgávukonsert, og fløgan fæst í handlunum týsdagin.
Fjórða studioútgávan hjá 200 kemur í handlarnar týsdagin 14. apríl, júst 200 dagar eftir, at ABC samgongan tók við valdinum aftur í Føroyum. Men longu í kvøld sleppa áhoyarar at hoyra Leoland og onnur løg av útgávuni. Stórar vónir eru til hesa útgávuna, serliga eftir tað sera spennandi fyrsta útspælið, Leoland, ið hevur verið nógv at hoyrt seinastu tíðina.
200 hava áður lagt tónleikaføroyar fyri sínar føtur. Við fløguni Viva la Republica og løgum løgum sum ?Tað stóra bankaránið?, ?Sig ikki nei Kaj? og ikki minst risahittið ?Musclemanblað?, spældi 200 seg fyri nøkrum árum síðan úr myrka punkskápinum inn á popp-pallin, og fingu m.a. hópin av planet tilnevningum, og enntá onkra planetina á Planet Awards.
Umframt 200 fer eisini Power Oyster á pall á Reinsarínum í kvøld. Tiltakið byrjar kl. 21.