Badmintonskúli fyri øll børn í Føroyum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skipar Badminton Samband Føroya fyri badmintonskúla í Føroyum. Ætlanin er at byrja beint eftir seinasta skúladag. Tað vil siga, at skúlin verður frá vikuna 2. til 6. Juli. Landsliðvenjarin, Tobias Effersøe, sum er ein av stigtakaranum, sigur, at skráin er sera fjølbroytt.

Millum annað skipar skúlin fyri ymiskum innan- og uttandura spølum. Ein av døgunum verður farið niðan í svimjihøllina í Gundadali og seinasta dagin verður ein stór kapping og hugnaløta. Tó fer størsti partur av tíðini til badminton.

Fyriskipararnir siga, at øll børn í Føroyum millum 7 og 15 ár eru sera vælkomin at luttaka. Eitt lið er í løtuni í Havn, men eisini aðrastaðni, til dømis í Vestmanna og Fuglafirði eru badmintonlið.

Badmintonhøllin í Klaksvík verður skjótt liðug, og tað hevði verið stuttligt at sæð børn haðani, sigur Tobias Effersøe.

Badmintonskúlin verður í Badmintonhøllini í Gundadali í Havn, og kostnaðurin fyri alla vikuna er 200 kr. Venjarnir verða Marjun Niclasen og Tobias Effersøe. Afturat sær hava tey bæði tveir hjálpavenjarar.

Fólk, sum eru áhugað í at melda seg til ella sum ynskja nærri upplýsingar, kunnu fara inn á heimasíðuna www.bsf.fo ella kunnu tey seta seg í samband við Tobias Effersøe á teldupost: t@effersoe.dk ella á tlf. 522350. Seinasta freist at melda seg til badmintonskúlan er hósdagin 28. juni.