Amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi fríggjadagin eina røð av skjølum, sum hava við málið um kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein at gera, á heimasíðuni hjá ráðnum.
Minni enn ein dag eftir útgávuna eru í minsta lagi 16 av skjølunum strikað av heimasíðuni, skrivar tíðindastovan AP leygardagin.
Harímillum eru myndir av málningum, sum lýsa naknar kvinnur, umframt myndir av eini røð av myndum, sum standa á eini reol og liggja í skuffum.
Ein av myndunum vísir eisini amerikanska forsetan, Donald Trump, skrivar AP.
Talan er um eina mynd av opnari skuffu, har fleiri fotomyndir liggja. Á eini av myndunum sæst Trump lið um lið við konu síni Melaniu Trump, Epstein og fyrrverandi unnustu og samstarvsfelaga í mong ár hjá Epstein, Ghislaine Maxwell.
Løgmálaráðið hevur ikki sagt, hví nøkur av skjølunum vórðu tikin burtur ella um tað var tilætlað. AP hevur roynt at fingið viðmerking frá ráðnum, sum ikki hevur svarað fyrispurninginum hjá tíðindastovuni aftur.
Fyrr í desember góvu demokratarnir í umboðsmannatinginum eisini út eina røð av skjølum og myndum úr búnum hjá Jeffrey Epstein.
Trump var á trimum av myndunum.
Á svarthvítari mynd sæst hann smílast saman við fleiri kvinnum, hvørs andlit eru rættað út. Ein onnur mynd vísir Trump standa við síðuna av Epstein, og á triðju myndini situr Trump við síðuna av eini aðrari kvinnu, hvørs andlit eisini er dekkað til.
##md2##
Amerikanski forsetin segði beint eftir útgávuna, at hann heldur ikki, at tað er ein stórur trupulleiki, at hann kemur fram á myndunum.
– Hann (Epstein, ritstj.) var allastaðni í Palm Beach (ein býur í Florida, ritstj.). Tað eru myndir av honum saman við øllum. Eg meini, næstan - tað eru hundraðtals fólk, sum hava tikið myndir saman við honum. So tað er ikki ein stórur trupulleiki, segði Trump.
Epstein-málið hevur verið ein politisk høvuðpína hjá Trump í fleiri mánaðir, eisini millum hansara mest tryggu stuðlar.
Nógvir Trump-veljarar halda, at embætisfólk í Trump-stjórnini fjaldu sambandið hjá Epstein við valdsmikil fólk og fjaldu smálutir um deyða hansara.
Epstein doyði í fongslinum í 2019, meðan hann bíðaði eftir stórum rættarmáli í New York um ákærur um menniskjahandil og kynsligan ágang móti børnum.
/Ritzau/












