Føroyskir súkklarar luttóku á hvítusunnu í trimum kappingum í Danmark. Hetta eru afturvendandi kappingar, og eru tað Silkeborg, Viborg og Hammel, ið eru vertir fyri hesum.
Talan er um eina sera stóra kapping, og koma luttakarar úr eitt nú Týsklandi, Svøríki, Íslandi, Føroyum og Danmark.
Í føroyska hópinum vóru: Bogi Kristiansen, Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen, Bogi Magnusson, Kjartan Egholm, Jens Glerup, Christian Guttesen og Gunnar Dahl-Olsen.
Væl gekk hjá føroysku súkklarunum, og fingu hesir fleiri góð úrslit. Torkil og Bogi vunnu sær stig í Silkeborg, Gunnar kom á mál saman við vinnaranum í Viborg og Bogi vann kappingina í Hammel.
Í Hammel bleiv koyrt 87 km. Teinurin gekk eitt nú niðan á væl kenda bakkan, Pytmølle, ið er ein bakki sum er hálvanannan km langur og hellur uml. 15 til 20 %. Men eftir drúgvar venjingar upp um Eiðisskarð, Hestin og Hovsegg var hetta ikki nakað, ið kundi forða Boga lættliga at vinna niðan á Pytmølle. Umleið 10 mans sluppu avstað saman við Boga, og hesir skuldu løtu seinni sprinta um gullið. Bogi var fyrstur og vann.









