Fyri fyrstu ferð í 12 ár spæla Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum saman aftur í Tinganest. Afturat sær hava teir villmennirnar Holgar Jacobsen og Finn Joen-Jacobsen Ikki kann sigast annað, enn at hetta er ein samanseting, sum ongantíð er sædd áður. Vágar hava verið kendar fyri sín kulttónleik í mong ár, men ongantíð áður hevur vágakultin verið savnað undir sama taki. Hetta hendir 2.jólakvøld í dansistovuni í Sørvági, har Tinganest kult-band spælir.
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum eru kendir sum frontfigurar í legendariska orkestrinum Tinganest. Tað hevði verið ein langur listi, um ein skuldi nevnt teirra landaplágur. Hetta er heldur ikki neyðugt, tí hvørt mansbarn kennir til teirra sangir. Sangirnir hava enntá rófest seg so nógv, at teir hava skapað sítt egna ljóð; nevnt Vágasound millum manna.
Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen hava eisini gjørt nógv um seg á tónleikapallinum tey síðstu fimm árini. Teir spæla báðir í kultbólkinum Villmenn, sum er eitt av virknastu orkestrunum í Føroyum í løtuni. Nærum hvørt vikuskifti eru teir úti og undirhalda við sínum fjølbroytta tónleiki. Villmenn hava eitt skitið, ópolerað sound, ikki heilt sørt inspirera av vágasoundinum. Umframt hetta, hava teir verið virknir í øðrum orkestrum eisini. Holgar í Sørvings, Ghost Riders, Nautilus og Toybil, og Finnur í Arrestment, rusk, og mas.
Annaðkann ikki sigast, enn at høvdingar hittast í Sørvági 2.jólakvøld. Hetta er ein sera sjáldsamur møguleiki at hoyra tað besta, sum vágar hava fostrað.