Á kommunustýrisfundi í Skálavík hin 24. november varð einmælt samtykt at strika barnagarðsgjaldið í desember.
- Hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá smábarnafamiljum, nú jólini eru í hondum, verður sagt í kommununi.
Lagt verður aftrat, at á sama bygdarráðsfundi varð fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt við triðju viðgerð.
Barnafrádrátturin fer úr 9.500 krónum upp í 10.000 krónur fyri hvørt barnið, og skattaprosentið verður óbroytt, 21%.











