HM: Montenegro vann á Serbia í okkara millumbólki

Montenegro vann ein knúsandi stórsigur

Mynd: IHF

Montenegro vann heili 33-17 (13-9) á Serbia í okkara HM-millumbólki, millumbólki 2 í Westfalenhalle í Dortmund. 

 

Toppskjúttar hjá Montenegro vóru Dijana Trivic við níggju málum, og Matea Pletikosic við sjey málum. Dragana Cvijic var við fimm málum toppskjútti hjá Serbia. 

 

Tað merkir, at undan tveimum teimum seinastu dystunum: Týskland-Spania klokkan 17, og Føroyar-Ísland klokkan 19.30, er støðan hendan: Týskland átta stig, Montenegro seks stig, Serbia fimm stig, Spania fýra stig, Føroyar trý stig, og Ísland einki stig.

 

Okkara hava fyrst brúk fyri, at Týskland vinnur á Spania, og síðani mugu okkara sjálvar syrgja fyri at vinna á Íslandi. Tá røkka okkara triðja plássinum við betri málmuni enn Serbia, ið endaði á fimm stigum. 

 

 

 

Mynd: IHF