Tað bleiv tíverri ikki talan um eina føroyingauppgerð í Jönköping í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag. Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku ímóti Sävehof, ið mátti klára seg uttan Ísak Vedelsbøl í dag.
Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var Hallby á odda 19-17. Gruls Grøtta javnaði fyri Sävehof til støðuna 31-31, tá bert 11 sekund vóru eftir at leika.
Rói var toppskjútti hjá Hallaby við átta málum. Hann legði eisini upp til eitt mál (assist).
Sävehof er nummar seks í deildini við 15 stigum. Hallby er nummar 11 við 11 stigum.











