Hetta hevur serliga týdning fyri Tórshavnar kommunu, her nógv støk og stakir uppihaldarar eru. Hetta er eitt landsmál, men tá hetta viðkemur so nógvum í Tórshavnar kommunu, haldi eg eisini, at tað er rætt at taka hetta upp til eitt kommunuval. Tórshavnar kommuna má leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa ætlaða íbúðarpakkan settan í verk. Í íbúðarpakkanum er ein trygg leigulóg, møguleiki fyri lutafelagsíbúðum, mvg-frádráttur til lutafeløg og rentustuðul. Eftir mínum tykki átti íbúðarstuðul eisini at verið settur í gildi í Føroyum eins og í Danmark. Tá íbúðir til støk fyrst og fremst viðkoma Havnar kommunu, mugu vit kommunalpolitikarar eisini royna at fáa landspolitikararnar at skilja, at vit tapa kappingina við Danmark, sum í kanning júst nú er mett besta land í Evropa hjá støkum at búgva í, um vit einki gera. Tá íbúðarpakkin verður samtyktur, kann Tórshavnar kommuna skunda undir at fáa bygt lutaíbúðir, leiguíbúðir og annars skunda undir íbúðarbygging, sum tekur hædd fyri øllum samfelagsbólkum. Ynskir tú betri møguleikar fyri meira fjølltáttaðari íbúðarbygging, eigur tú at atkvøða fyri lista C.