Í kvøld fer sermerkti føroyski tónleikabólkurin, Orka, at traðka í fótasporunum hjá Bob Dylan, Rolling Stones, Beatles, Pink Floyd og øðrum tónlistarligum úrmælingum Klokkan 19 í kvøld fer føroyski tónleikabólkurin, ORKA, at hava konsert í glæsiliga Royal Festival Hall í London.
Royal Festival Hall er millum týdningarmestu spælistøðini í Europa og hava fyrr hýst The Beatles, Rolling Stones, Bob Dylan, Pink Floyd og øðrum tónlistarligum heimsnøvnum, umframt eini ørgrynnu av klassiskum tónleiki og operum.
Limirnir í ORKA, sum vóru í Royal Festival Hall, í gjárkvøldið og fínstillaðu serligu,
heimagjørdu ljóðførini, siga í tíðindaskrivi, at teir eru sera spentir og stoltir yvir, at teir hava fingið møguleikan at spæla í hesum legendariska konsertsalinum.
Konsertin í London er síðsta konsertin í eina tíð við Kára Sverrissyni sum sangara, og tá ORKA í næstu viku spælir í Reykjavík, syngur Eivør Pálsdóttir.
Aftan á túrin í Íslandi spælir ORKA tvær konsertir í Føroyum. Onnur verður stuðulstiltakið fyri Ghana í
Norðurlandahúsinum 7. mai og hin verður í Tórshavn 9. mai, tá ið umhvørvisvika er.










