Gamal kenningur á redini í Havn

Ì lýsingini í morgun sást ein gamal kenningur á redini í Havn. Tað var gamla Norrøna, nú trúboðaraskipið Logos Hope, sum næstu dagarnar vitjar í Føroyum Sambært ætlanini skuldi Logos Hope koma á Havnina kl 18, tá kappróðrarbátar skuldu taka ímóti, og tá fer Brimil at heilsa teimum við vatnkanónunum.

Lagt verður at við Bacalao, har millum annað Kaj Leo Johannesen løgmaður og Heðin Mortensen býráðsformaður fara at halda røðu, og hornorkestur spælir.

Logos Hope verður í Føryum í seks dagar á Havnini.

Millum tiltøkini umborð er eitt fyri allar teir føroyingar, sum hava verið við OM gjøgnum árini. Týsdagin verður samkoma umborð fyri føroyskar kirkju- og samkomuleiðarar. Allir fólkaskúlarnir eru eisini bodnir umborð til eina ferð kring heimin.

Hósdagin 23. apríl fer Logos Hope til Klaksvíkar, har móttøka verður úti á Norðborg kl. 18.

Í Klaksvík verður m.a. hjúnakvøld umborð, og flaggdagin, 25. apríl, verður stórt tiltak í KÍ-høllini. Sunnudagin 26. apríl kl. 23 endar føroyavitjanin við farvæl- tiltaki á kaiini, og Logos Hope setur síðan kós móti Írlandi.