Fólkatalið í Evropa fellur stórliga

Tað er ikki bert í Føroyum, at galin endi verður við fólkatalinum! Støðan er ring í fleiri evropeiskum londum Um 44 ár fer fólkatalið í Italia, Spania, Grikkalandi, Týsklandi og Eysturríki at verða helvtin av tí, tað er í dag. Hetta boðar ?Nordic Fertility Society? frá. Felagsskapurin heldur sína 18. ráðstevnu í Oslo, í hesum døgum. Skal eitt land halda ein fólkavøkstur, so skulu kvinnurnar eiga tvey børn í snitt. Men í flestu evropeisku londunum er snittið bert 1,5 barn pr. kvinnu. Í Italia, Spania og Grikkalandi er talið so lágt, sum 1,3 barn pr. kvinnu. Í Eysturríki og Týsklandi er støðan næstan líka ring. Vendir hendan gongdin ikki, so fer fólkatalið í hesum londum, at verða helvtina av tí, tað er í dag, um 44 ár. Ein av trupuleikunum í Evropa er, at kvinnurnar gerast alsamt eldri, tá tær eru við barn. Eisini hevur talið av støkum kvinnum í Evropa, ongantíð verið størri. Støðan er við at verða so hættislig, at nú hevur ES-parlamentið sett málið á dagsskránna.