U-19 kvinnulandsliðið í fótbólti fór í gjár av landinum. Ørindini eru at taka lut í EM undankapping, sum næstu dagarnar verður í Portugal. Ferðalagið kom til Portugals seint í gjárkvøldið. Fyrstu venjingarnar vóru í dag. Umstøðurnar at spæla fótbólt í eru góðar í Portugal, har tað er bláur himmal, sól og millum 20 og 25 hitastig.
Í bólki saman við Føroyum eru umframt vertirnar eisini Rumenia og Noreg. Fyrsti dysturin verður klokkan 16 í morgin, og tað verður ikki hissini mótstøða. Føroyar skulu spæla ímóti Noregi, sum verður roknað at vera favorittur at vinna kappingina. Í fjør rukku norsku U-19 kvinnurnar í finaluna í EM kappingini.
Føroysku spælararnir í Portugal eru Olga Fr. Olsen, Eina S. Kalsø, Olga Kristina Hansen, Vár Jenny Lydersen og Sigrid Jacobsen, KÍ, Mariann Hansen, EB/Streymur, Kristinbjørg Frederiksberg, Oddrún Danielsen, Fríðrún Danielsen og Bára Bertelsen, SKÁLA, Lisa í Liða og Lillian Dalsgaard, HB, Rósa Magnussen, Víkingur, Mona Brekkmann, Steintóra G. Joensen og Rakul Jógvansdóttir, AB, Jeanett Holm, B36, og Sunneva Tausen Magnussen, VB/Royn. Venjarar eru Jacob Thomsen og Bjørn Krog.










