(Burma) hevur nú skrivað út val, sum verður tann 7. november. Valið verður tað fyrsta í tjúgu ár, men andstøðan sigur, at talan er ikki um annað enn sjónleik. Aung Zaw, sum er blaðstjóri á einum blaði hjá [...] soleiðis sum hernaðarstýrið vil hava tað, og at stýrið ger seg inn á allar politiskar flokkar uttan sín egna flokk. Eitt nú hevur hernaðarstýrið bannað andstøðuleiðaranum Aung San Suu Kyi, sum situr í [...] taka lut í valstríðnum, og hon hevur tí boðað frá, at hon fer ikki at stilla upp. Á seinasta valinum, sum var í 1990, vann andstøðuflokkurin hjá Aung San Suu Kyi stórsigur, men hernaðarstýrið góðtók ikki úrslitið
vóru seks svimjarar, sum lupu á bláman í Havn leygarmorgunin við kós móti bygdini í Nólsoy. Fyrstur út um fjørðin og at málinum í Nólsoy gjørdist Erling Eidesgaard, ið er tvørámaður, sum býr í Havn. Hann svam [...] svam teinin upp á 1,32,45. Á øðrum plássi endaði Eli Christiansen, sum brúkti tíðina 1,38,00. Á triðja plássi kom Erlendur Simonsen, sum er fyriskipari og hevur svomið um fjørðin øll hesi trettan árini. [...] Enni við tíðini 1,57,45 - og á fimmta plássi Eirikur Hofgaard við tíðini 2,17,30. Sætti svimjarin, sum royndi seg um fjørðin í dag, var óheppin. Hann endaði ov norðarliga og hevði onkrar trupulleikar við
pláss til campingvognar, sum skulu á Summar Festivalin. Roknað verður við, at 95 prosent av øllum campingvognum í Føroyum fara á festival um vikuskiftið. Talið á húsvognum, sum fara á Summar Festival, hevur [...] Kunningarstova umsitir økið til húsvognarnar, sum er á útfyllingini innast á vágni í Klaksvík, og har hava tey havt úr at gera seinastu dagarnar. Talið á húsvognum, sum hava biðið um pláss, er farið upp um 120 [...] Leiðarin av Kunningarstovuni í Klaksvík, Meiken Steinberg, roknar við, at 95 av øllum campingvognum, sum eru skrásettir í Føroyum, verða í Klaksvík um vikuskiftið.
hyper-marknaðir?, sum eru størri enn teir 3500 fermetrarnir, sum loyvt er í dag. Endamálið við hesi ætlanini er, at styrkja ta veiku kappingina í smásølunum kring landið. Ein slík ætlan hevur, sum vera man, fingið [...] Gongur tað sum danska stjórnin ætlar, koma danir í framtíðini at keypa í nógv størri handlum enn higartil. Og helst eisini bíligari. Sambært danska blaðnum Børsen umhugsar danska stjórnin at geva loyvi [...] fingið fólk í útjaðaranum upp úr stólinum. Tey eru als ikki fegin um hetta, tí sum tey siga: - Hetta fer at gera enda á danska útjaðarinum. Heldur ikki á Christiansborg eru danskir politikkarar fegnir
reiðar at hjálpa evrulondunum við einum búskaparligum hjálparpakka, samstundis sum landið er sinnað at viðvirka í hjálparpakkum, sum evrulondini fáa úr Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF. Ein talskvinna fyri u [...] stóran týdning fyri íløgurnar, sum Kina hevur gjørt og ger í útlondum. Bretska blaðið The Financial Times skrivar, at Kina er komið við einum tilboði um eitt munagott tiltak, sum skal rætta búskapin í Evropa [...] Evropa uppaftur. Blaðið hevur tíðindini frá ES-keldum, sum hava tingast við kinesiska varaforsætisráðharran, Wang Qishan, um tilboðið. Eitt blað í Portugal skrivar í dag, at Kina er til reiðar at keypa fyri
menninir, sum eru misnøgdir við forsætisráðharran. 55 prosent av monnunum, sum DR hevur spurt, siga, at hann klárar seg illa. 51 prosent av kvinnunum hava somu áskoðan. Kristian Jensen, sum er næstformaður [...] av teimum donsku veljarunum eru misnøgdir við arbeiðið hjá Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharri. Í kanningini, sum danska kringvarpið hevur latið gera, svara 53 prosent av teimum spurdu, at forsæ
øllum at døma Ibrahim Hassan al-Asiri, sum fekk onkran at senda tveir bumbupakkar við flogførum úr Jemen til USA. Amerikanskar fregnartænastukeldur siga, at Asiri, sum er ættaður úr Saudiarabia, hevur verið [...] Trygdarmyndugleikarnir í Jemen tóku í gjár eina kvinnu, tí teir halda, at tað var hon, sum sendi bumbupakkarnar, sum skuldu til USA. Jemenskir studentar gingu í dag mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Sanaa. Teir [...] verið við í fleiri yvirgangsatsóknum, sum al-Qaeda hevur lagt til rættis. Eitt nú var hann við til at skipa fyri einari miseydnaðari roynd at spreingja eitt ferðamannaflogfar annan jóladag í fjør. Trygd
fiski fram við ánni Marcal, sum var tann fyrsta áin, sum bleiv eitrað av teirri reyðu evjuni. Samstundis hava heilsumyndugleikarnir sett fólki forboð fyri at eta fisk, sum er veiddur í ánni. Donau rennur [...] Tann reyða eiturevjan, sum rann úr einari byrging í Ungarn, er nú runnin út í Donau-ánna og hóttir alt livandi í ánni, sum er tann næstlongsta í Evropa og rennur ígjøgnum fleiri lond. Tíðindastovurnar
Tað sigur ein umboðsmaður fyri skipið, sum er skrásett í Singapore. Hann sigur, at 17 mans eru við skipinum, og at teir flestu eru úr Filipsoyggjunum. Skipið, sum er fermt við flótandi gassi, var á veg [...] av ræði. Sum skilst varð skipið rænt í gjár, og sambært talsmanninum hjá reiðarínum hevur felagið ikki fingið nakað lívstekin frá manningini, síðani skipið sendi neyðarkall. Herflotadeildin, sum skal verja [...] skipaferðsluna við Afrikanska Hornið, sigur, at somaliskir sjórænarar hava í løtuni umleið 20 skip, sum teir hava rænt. Umleið 400 fólk eru við teimum rændu skipunum.
sangir í einum sangleiki við heitinum ?Tann stóra skattaveiðan?. Her eru nakrir sjórænarir sum finna ein stóran skatt sum í hesum førinum eisini kann ímynda Bíbliuna. Við í leikinum er eitt stórt sangkór, t [...] hjálparfólk. Í kvøld verður so alt hetta sett saman til ein sangleik, sum varir í slakan tíma. Tað eru fólk úr missiónshúsinum á Strondum sum hava skipað fyri hesum sangskeiðnum. Konsertin í kvøld er ókeypis [...] barnakonsert í ítróttarhøllini á Skála. Konsertin er samstundis endin á einum sangskeiði fyri børn og sum hevur verið seinastu dagarnar Líka síðani fríggjadagin hava omanfyri 100 børn úr øllum landinum verið