Gongur tað sum danska stjórnin ætlar, koma danir í framtíðini at keypa í nógv størri handlum enn higartil. Og helst eisini bíligari. Sambært danska blaðnum Børsen umhugsar danska stjórnin at geva loyvi til sonevnd ?hyper-marknaðir?, sum eru størri enn teir 3500 fermetrarnir, sum loyvt er í dag.
Endamálið við hesi ætlanini er, at styrkja ta veiku kappingina í smásølunum kring landið.
Ein slík ætlan hevur, sum vera man, fingið fólk í útjaðaranum upp úr stólinum. Tey eru als ikki fegin um hetta, tí sum tey siga: - Hetta fer at gera enda á danska útjaðarinum.
Heldur ikki á Christiansborg eru danskir politikkarar fegnir um hesa ætlanina. Í konservativa stjórnarflokkinum eru tey ímóti ætlanini, og tí er ikki full semja í stjórnini um ætlanina.