Norðoya Kunningarstova má finna eyka pláss til campingvognar, sum skulu á
Summar Festivalin. Roknað verður við, at 95 prosent av øllum campingvognum í
Føroyum fara á festival um vikuskiftið.
Talið á húsvognum, sum fara á Summar Festival, hevur verið støðugt vaksandi
seinastu árini, og aftur í ár flokkast húsvognarnir í Klaksvík. Norðoya
Kunningarstova umsitir økið til húsvognarnar, sum er á útfyllingini innast á
vágni í Klaksvík, og har hava tey havt úr at gera seinastu dagarnar.
Talið á húsvognum, sum hava biðið um pláss, er farið upp um 120, og nú má
Norðoya Kunningarstova seta eyka pláss av til húsvognar.
Leiðarin av Kunningarstovuni í Klaksvík, Meiken Steinberg, roknar við, at 95
av øllum campingvognum, sum eru skrásettir í Føroyum, verða í Klaksvík um
vikuskiftið.