Erling Eidesgaard fyrstur um Nólsoyarfjørð

Fyri trettandu ferð varð leygarmorgunin svomið um Nólsoyarfjørð. Tann, sum fyrstur var um fjørðin og fram at málinum í Nólsoy, brúkti ein tíma og stívliga 32 minuttir

SVIMJING

Tað vóru seks svimjarar, sum lupu á bláman í Havn leygarmorgunin við kós móti bygdini í Nólsoy.
Fyrstur út um fjørðin og at málinum í Nólsoy gjørdist Erling Eidesgaard, ið er tvørámaður, sum býr í Havn. Hann svam teinin upp á 1,32,45.
Á øðrum plássi endaði Eli Christiansen, sum brúkti tíðina 1,38,00.
Á triðja plássi kom Erlendur Simonsen, sum er fyriskipari og hevur svomið um fjørðin øll hesi trettan árini. Erlendur brúkti tíðina 1,53,00.
Á fjórða pássi kom Jákup Enni við tíðini 1,57,45 - og á fimmta plássi Eirikur Hofgaard við tíðini 2,17,30.
Sætti svimjarin, sum royndi seg um fjørðin í dag, var óheppin. Hann endaði ov norðarliga og hevði onkrar trupulleikar við útgerðini.