Fyri fyrstu ferð vísir ein meiningakanning, at meiri enn helmingurin av teimum donsku veljarunum eru misnøgdir við arbeiðið hjá Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharri. Í kanningini, sum danska kringvarpið hevur latið gera, svara 53 prosent av teimum spurdu, at forsætisráðharrin klárar seg illa ella sera illa.
Í einari tilsvarandi kanning í november søgdu 47 prosent tað sama. Tá vóru 24 prosent væl nøgd við avrik hansara. Tað siga 19 prosent nú.
Tað eru serliga menninir, sum eru misnøgdir við forsætisráðharran. 55 prosent av monnunum, sum DR hevur spurt, siga, at hann klárar seg illa. 51 prosent av kvinnunum hava somu áskoðan.
Kristian Jensen, sum er næstformaður í Vinstra og formaður í tingbólki floksins, ásannar, at tað vánaliga umdømið hjá floksformanninum er ikki serliga heppið í einum valári.









