Donau rodnar av drepandi evju

Tann reyða eiturevjan, sum rann úr einari byrging í Ungarn, er nú runnin út í Donau-ánna og hóttir alt livandi í ánni, sum er tann næstlongsta í Evropa og rennur ígjøgnum fleiri lond.

Tíðindastovurnar skriva úr Ungarn, at tað luktar av rotnum fiski fram við ánni Marcal, sum var tann fyrsta áin, sum bleiv eitrað av teirri reyðu evjuni. Samstundis hava heilsumyndugleikarnir sett fólki forboð fyri at eta fisk, sum er veiddur í ánni.

Donau rennur úr Ungarn ígjøgnum Kroatia, Serbia, Bulgaria, Rumenia og Ukraina út í Svartahavið, og myndugleikarnir í øllum londunum eru á varðhaldi.

Rumensku myndugleikarnir bera ótta fyri, at tað eitraða vatnið fer at koma hagar í morgin, og teir hava nú biðið ungarsku myndugleikarnar um upplýsingar og vegleiðing.