Hetta er bumbumaðurin

Amerikonsku myndugleikarnir søgdu í dag, at tað var eftir øllum at døma Ibrahim Hassan al-Asiri, sum fekk onkran at senda tveir bumbupakkar við flogførum úr Jemen til USA. Amerikanskar fregnartænastukeldur siga, at Asiri, sum er ættaður úr Saudiarabia, hevur verið við í fleiri yvirgangsatsóknum, sum al-Qaeda hevur lagt til rættis.

Eitt nú var hann við til at skipa fyri einari miseydnaðari roynd at spreingja eitt ferðamannaflogfar annan jóladag í fjør.

Trygdarmyndugleikarnir í Jemen tóku í gjár eina kvinnu, tí teir halda, at tað var hon, sum sendi bumbupakkarnar, sum skuldu til USA. Jemenskir studentar gingu í dag mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Sanaa. Teir vildu vera við, at kvinnan er sakleys, og teir vildu tí hava myndugleikarnar at lata kvinnuna leysa.