Hernaðarstýrið í Myanmar (Burma) hevur nú skrivað út val, sum verður tann 7. november. Valið verður tað fyrsta í tjúgu ár, men andstøðan sigur, at talan er ikki um annað enn sjónleik.
Aung Zaw, sum er blaðstjóri á einum blaði hjá útlagnum burmesarum, sigur, at valið verður fyriskipað, soleiðis sum hernaðarstýrið vil hava tað, og at stýrið ger seg inn á allar politiskar flokkar uttan sín egna flokk.
Eitt nú hevur hernaðarstýrið bannað andstøðuleiðaranum Aung San Suu Kyi, sum situr í húsavarðhaldi, at taka lut í valstríðnum, og hon hevur tí boðað frá, at hon fer ikki at stilla upp.
Á seinasta valinum, sum var í 1990, vann andstøðuflokkurin hjá Aung San Suu Kyi stórsigur, men hernaðarstýrið góðtók ikki úrslitið.