Somaliskir sjórænarar hava rænt eitt tangaskip úti fyri strondini í Kenya. Tað sigur ein umboðsmaður fyri skipið, sum er skrásett í Singapore. Hann sigur, at 17 mans eru við skipinum, og at teir flestu eru úr Filipsoyggjunum.
Skipið, sum er fermt við flótandi gassi, var á veg úr kenyanska havnarbýnum Mombasa til oyggjabólkin Seychellurnar, tá vápnaðir menn komu umborð og tóku manningina av ræði. Sum skilst varð skipið rænt í gjár, og sambært talsmanninum hjá reiðarínum hevur felagið ikki fingið nakað lívstekin frá manningini, síðani skipið sendi neyðarkall.
Herflotadeildin, sum skal verja ta sivilu skipaferðsluna við Afrikanska Hornið, sigur, at somaliskir sjórænarar hava í løtuni umleið 20 skip, sum teir hava rænt. Umleið 400 fólk eru við teimum rændu skipunum.